Trump avlýsir tíðindafund á ársdegi fyri álop

Donald Trump ætlaði at hava tíðindafund á ársdegnum fyri álopið á Kongressina 6. januar í fjør. Tíðindafundurin er nú avlýstur.

 

Donald Trump hevur gjørt av at avlýsa ein tíðindafund, sum hann hevði ætlað at havt í morgin, á ársdegnum fyri álopinum á Kongressina 6. januar í 2021. - Foto: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsetin Donald Trump hevur avlýst ein tíðindafund, sum skuldi verið hildin í morgin á ársdegnum fyri álopið á kongressina í fjør.

Tað upplýsir hann í fráboðan, skrivar tíðindastovan AFP.

Tað var í desember at Trump boðaði frá, at hann fór at hava ein tíðindafund, sum skuldi vera á frítíðarbústaði hansara í Florida.

Har býr hann nú eisini, eftir at hann flutti úr Hvítu Húsunum í januar í fjør.

Men í fráboðanini í gjár sigur hann, at hann hevur gjørt av at avlýsa tíðindafundin á Mar-a-Lago-resort í Florida »í ljósinum av totala bundinskapinum« hjá kongressnevndini, sum kannar álopi, og frá miðlunum, skrivar AFP.

Meðan tað nú sær út til, at hann ikki vil tosa á eitt ára dagnum fyri hendingunum, fer fyrrverandi forsetin at koma við nøkrum »týdningarmiklum evnum« á einum veljarafundi í statinum Arizona 15. januar.

6. januar 2021 fóru fleiri av stuðulunum hjá Trump ímóti Kongressini í Washington D.C.

Fyri tað hevði Trump hildið eina røðu, har hann kom við ógrundaðum uppáhaldum um, at valsigurin var »stolin« frá honum.

Í Kongressini vóru politikarar samstundis í ferð við ta formligu góðkenningina av valsigrinum hjá Joe Biden. Men tilgongdin var avbrotin, tá nógv fólk trýstu sær veg gjøgnum løgregluforðingar og avsperringar og víðari inn í bygningin.

Tað eydnaðist teimum at útseta góðkenningina í tveir tímar, til tamarhald aftur fekst á støðuni. So var ósigurin hjá Trump alment viðurkendur.

Fýra fólk doyðu í sambandi við ófriðin, teirra millum ein kvinna, sum varð skotin av løgregluni.

Dagin eftir doyði ein løgreglumaður hjá hjartatilburði, men tað er ógreitt, um tað hevði beinleiðis samband við uppresturin.

Í morgin verður roknað við at Joe Biden og Kamala Harris at røða úr kongressbygninginum. Kongressin fer eisini at hava eini minningarhátíðarløtu, skrivar AFP.

Men hann varð fríkendur við atkvøðum úr sínum egna flokki, Republikanarunum, annars eftir at Joe Biden hevði loyst hann av í Hvítu Húsunum.

/ritzau/

 

Donald Trump hevur gjørt av at avlýsa ein tíðindafund, sum hann hevði ætlað at havt í morgin, á ársdegnum fyri álopinum á Kongressina 6. januar í 2021. - Foto: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix