Trump er við um tað verður "relevant"

Tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum kom við hugskotinum um beinleiðis samráðingar við Ukraina, men nú møtir hann ikki upp sjálvur

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur á tíðindafundi í morgun sagt, at hann er opin fyri at luttaka í samráðingunum um Ukraina, um tað verður "relevant".

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij er í Turkalandi á fundi við Erdogan, forseta.

 

Tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum kom við hugskotinum um beinleiðis samráðingar við Ukraina í vikuni, eftir at evropeisk lond boðaðu frá herdum revsitiltøkum.

 

Volodymyr Zelenskyj svaraði, at hann bert fór at luttaka í samráðingum, um russiski forsetin møtti upp persónliga.

 

Seinni hevur ukrainski forsetin sagt, at hann er fyri øllum samráðingum, sum kunnu føra til eina vápnahvíldaravtalu millum Ukraina og Russland.

 

Sum skist í morgun, er Vladimir Putin ikki sjálvur í Turkalandi, men hann hevur sent eina sendinend avstað at luttaka í møguligum friðarsamráðingum.

 

Í morgun hava útlendskir miðlar eisini skrivað, at ósemja hevur verið um, nær ein møguligur samráðingarfundur millum londini skuldi byrja í Instanbul.