Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at leypa á heimsins størstu jarðgasskeldu, um Iran ikki steðgar við at bumba orkuverkini í Qatar.
Tað gjørdi hann hóskvøldið á egna sosiala miðlinum hjá Trump, Truth Social.
Sambært Trump var tað Ísrael einsamalt, sum mikudagin leyp á eina iranska gasskeldu í Persaflógvanum - hvørki USA ella Qatar vóru við í loftálopinum, sambært amerikanska forsetanum.
Álopið fekk Iran at svara aftur við at bumba eitt stórt gassverk í Katar, sum eldur er komin í.
- USA visti einki um hetta ávísa álopið, og staturin Katar var á ongan hátt við í tí og hevði onga hóming av, at tað fór at fara fram, sigur Trump.
Talan var um eitt iranskt framleiðsluvirki, sum var knýtt at gasskelduni South Pars, sum varð rakt mikudagin.
Iran deilir heimsins størsta jarðgasskeldu, sum liggur í Persaflógvanum, við Katar. Tann iranski parturin eitur South Pars og telur umleið ein triðing, meðan restin hoyrir til Katar og eitur North Dome ella North Field, skrivar ABC í Avstralia.
– Tað verða ikki fleiri álop frá Ísrael viðvíkjandi hesum ógvuliga týdningarmikla og virðismikla South Pars feltinum, skrivar Trump.
– Um Iran óskynsamt velur at leypa á eitt sera ósekt land - í hesum føri Katar - so fer USA, við ella uttan hjálp ella samtykki frá Ísrael, at spreingja alla South Pars gasskelduna í luftina við eini megi, sum Iran ongantíð hevur sæð ella upplivað áður.
Gasskeldan South Pars er týdningarmesta keldan til innlendis orku í Iran, sum til tíðir hevur trupult við at framleiða nóg mikið av streymi, skrivar The Guardian.
Iran svaraði aftur við at bumba ídnaðarbýin Ras Laffan, sum er fremsta virkið hjá Katar til framleiðslu av flótandi jarðgassi. Fráboðanir eru um umfatandi skaðar.
Sambært Trump visti Iran ikki, at Ísrael einsamalt stóð aftanfyri álopið á iranska gassøkið. Tí beindi Iran rakettirnar móti Katar í einum álopi, sum forsetin kallar ólógligt og órættvíst.
/Ritzau/











