Í bókini »Unhinged« verður Donald Trump lýstur sum sjálvupptikin, kvinnufíggindaligur og ein ævig kelda til stríð
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallar fyrrverandi ráðgeva sína, Omarosa Manigault Newman fyri »ein óreinan persón«.
Tað er tí, at Omarosa Manigault Newman í eini nýggjari bók millum annað lýsir Donald Trump sum rasist og trongdskygdan.
Við eitt tiltak í golfklubbanum hjá forsetanum í New Jersey leygardagin spurdu tíðindafólk, um Trump kendi seg sviknan av Omarosa Manigault Newman.
Til tað svaraði hann:
– Ein óreinur personur. Hon er er ein óreinur persónur.
Omarosa Manigault Newman og Donald Trump komu at kennast í reality-sendingini »The Apprentice«, har luttakararnir kappaðust um eitt leiðandi starv í felagnum hjá Donald Trump.
Omarosa Manigault Newman var seinni sett í starv sum seniorráðgevi hjá forsetanum, eins og hon leingi var ein av týdningarmestu stuðlum forsetans.
Í bókini »Unhinged« (á føroyskum »Heilavillur«) verður Donald Trump lýstur sum sjálvupptikin, kvinnufíggindaligur, ótryggur og ein ævig kelda til stríð.
Trump »elskaði konfliktir, kaos og forvirring. Hann elskaði at síggja fólk keglast ella berjast«, skrivar Omarosa Manigault Newman í bókini.
Bókin kemur ikki út fyrr enn í næstu viku, men longu nú hava Hvítu Húsini funnist at henni fyri at vera »fylta við lygnum og følskum ákærum«.
Ein talskvinna fyri Hvítu Húsini kallar harumframt Newmann fyri eitt »ónøgt fyrrverandi starvsfólk«.
Omarosa Manigault Newman fór úr Hvítu Húsunum í januar. Um hon varð koyrd ella sjálv segði upp er enn óvist. Men tað gekk í øllum førum ikki stillisliga fyri seg.
– Sum einasta afroamerikanska kvinna í Hvítu Húsunum, sum partur av starvsfólkunum og sum ráðgevi forsetans, havi eg sæð ymiskt, sum hevur gjørt meg illa til passar, og sum hevur øst meg, og sum hevur ávirkað meg djúpt og kensluliga, segði hon ta ferðina við sjónvarpsstøðina ABC.
Í sambandi við Charlottesville-ársdagin í dag verður roknað við, at Omarosa Manigault Newman verður at síggja í sjónvarpið at tosa um bókina.
Ófriðurin í Charlottesville, sum liggur í statinum Virginia, leikaði harðast á 12. auguast í 2017, tá ein bólkur við nýnasistum við hagerkrossflaggi og høgravíðgongd brustu saman við mótmælisfólk.
Ein kvinna doyði, og 19 fólk fingu skaða, tá ein ungur høgravíðgongdur koyrdi inn í mannamúgvuna við mótmælisfólkum.
Seinni hevur Trump fleiri ferðir úttalað seg tvítytt um haturbólkar og hendingarnar í Charlottesville. Hann er millum annað harðliga átalaður fyri at siga, at »tað vóru góð fólk á báðum síðum«.
/ritzau/AP