Trump kann vinna aftur í 2020

Bretskir diplomatar halda, at Donald Trump kann vinna forsetavalið í 2020

Hóast hann er fyri atfinningum, sum amerikanskir forsetar sjáldan hava verið, og kanningar siga, at undirtøkan millum veljarar er nógv minkandi, kann Donald Trump vinna forsetavalið í 2020.

Tað halda bretskir diplomatar, sum hava gjørt eina greining av viðurskiftunum. Tað er blaðið The Telegraph, sum endurgevur hesa greining.

Donald Trump hevur varðveitt grundleggjandi undirtøkuna millum sínar kjarnuveljarar, og Demokratarnir fáa trupult finna eitt mótvalevni, sum kann vinna eitt forsetaval á Trump, verður sagt í greiningini.

Eisini verður hildið, at síðani Donald Trump bleiv forseti hevur hann verið meira hóvligur í fleiri málum, sum hann annars var sera avgjørdur um í valstríðnum, og tað fer at bøta um hansara støðu. 

Samanumtikið verður hildið, at Donald Trump kann vinna forsetavalið í 2020 og verða sitandi sum amerikanskur forseti fram til 2024, skrivar The Telegraph.