Trump leggur trýst á Ukraina undan frið­ar­sam­ráð­ing­u­num í Geneve

Spenningur er um friðarsamráðingar í Sveis

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg aftur til Washington D.C. úr Florida. Hann sigur við tíðindafólk umborð á forsetaflogfarinum, at Ukraina skal koma skjótt til samráðingarborðið fyri at røkka eini friðaravtalu við Russland. - Mynd: Nathan Howard/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur trýst á Ukraina undan friðarsamráðingunum, sum byrja í Geneve í dag. 

– Ukraina má heldur koma skjótt til samráðingarborðið. 

Tað vóru boðini frá Trump í gjár umborð á Air Force One. Tað skrivar tíðindastovan AFP. 

USA virkar sum meklari í ósemjuni, men ukrainarar eru undir trýsti. Russar krevja, at Ukraina letur alt Donbas-økið frá sær, sum Ukraina higartil hevur avvíst. 

Samráðingarnar halda fram mikudagin.