Aftur í morgun mjarrar amerikanski forsetin, Donald Trump, um Grønland.
Hetta ger hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
- Nú er tíðin komin, og tað verður gjørt!!
Enn einaferð sipar hann til Grønland.
- Í 20 ár hevur Nato fortalt Danmark, at landið "noyðist at beina burtur russisku hóttanina í Grønlandi... "
Og amerikanski forsetin leggur aftrat:
- Tíverri hevur Danmark ikki verið ført fyri at gera nakað við hetta. Nú er tíðin komin, og tað verður gjørt!!
Soleiðis sigur Donald Trump á Truth Social í morgun - ella í nátt amerikanska tíð.











