Inntøkuskatturin hjá Trump varð í dag almannakunngjørdur.
Donald Trump var fyrsti forsetin í 40 ár, ið ikki legði fram sínar skattauppgerðir. Men nú hevur ein nevnd hjá umboðsmannatinginum almannakungjørt skattaupplýsingarnar, ið fevna um næstan 6000 síður.
New York Times upplýsir, at tey í skrivandi stund tráleita gjøgnum túsundavís av skjølum. Miðilin vísir á, at fleiri av upplýsingunum í sjálvuppgávunum áður hava verið frammi. Millum annað fyri tveimum árum síðani, tá tað varð avdúkað, at Trump, meðan hann førdi valdyst í 2016, og í 2017, tá hann var forseti, einans rindaði smáar 5000 krónur í skatti.
Almannakunngerðin varð løgd fram, fáar dagar áðrenn republikanarnir taka við meirilutanum í umboðsmannatinginum.
Tann óhefta nevndin Joint Committee on Taxation hevur áður almannakunngjørt upplýsingar um sjálvuppgávurnar hjá Trump. Sambært CNN samsvara tær upplýsingarnar við tær, sum vórðu almannakunngjørdar í dag. Hetta er yvirlitið yvir rindaða inntøkuskattin hjá Donald Trump:
2017: 750 dollarar
2018 og 2019 tilsamans: 1,1 milliónir dollarar
2020: 0 dollarar