Trump royndi at fáa Pence at steðga sigrinum hjá Biden

Trump royndi at fáa Mike Pence til at bróta lógina, sigur fyrrverandi ráðgevi hjá Pence undir hoyring.

Vitnisfrásøgnin frá fyrrverandi stápsstjóranum hjá Mike Pence var hósdagin spæld á video fyri limu í 6. januar-nevndini í Washington D.C. - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump royndi at trýsta varaforseta sín Mike Pence til at ógilda tapið hjá Trump á forsetavalinum í 2020, sjálvt um hann fleiri ferðir fekk at vita, at tað var ólógligt.

Tað søgdu fleiri av fyrrverandi ráðgevunum hjá Mike Pence í gjár undir triðju almennu hoyringini í sonevndu 6. januar-nevndini. Nevndin kanna álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar í 2021, sum kravdi nøkur mannalív.

Sambært limum í nevndini helt Trump fram við at trýsta á, sjálvt um hann visti, at ein skari av harðligum viðhaldsfólki vóru ein hóttan ímóti Kongressini, meðan Pence og aðrir lóggevar hittust fyri formliga at góðkenna valsigurin hjá demokratinum Joe Biden.

Teir níggju limirnir í nevndini í Umboðsmannatinginum hava brúkt tær fyrstu av minst seks almennum hoyringum hendan mánaðin at prógva, at royndirnar hjá Trump at halda fast við valdið var ólóglig.

Undir vitnisfrágreiðing í gjár segði fyrrverandi stápsstjórin hjá Mike Pence, Marc Short, at Pence »fleiri ferðir« segði við Trump, at hann ikki hevði myndugleika til at steðga góðkenningini av sigrinum hjá Biden í Kongressini, sum fráfarandi, republikanski forsetin vildi hava hann at gera.

Undir hoyringini í gjár segði advokaturin hjá Pence, Gregory Jacob, harumframt, at eisini ein av advokatunum hjá Trump, John Eastman, tvær ferðir dagin fyri álopið á kongressbygningin viðgekk yvir fyri Trump, at ætlan hansara um at fáa Pence til at steðga tilgongdini hevði verið í stríð við lógina.

Eastman hevði annars til tá sjálvur verið fortalari fyri ætlanini og hevði grundgivið fyri, at Mike Pence kundi avvísa valúrslit frá ávísu statum, um hann helt, tað tey ikki vóru rættvís.

Tað verður hildið, at Donald Trump helst fer at stilla upp til forsetavalið í USA í 2024.

Nevndarlimir og vitni hava hinvegin ávarað um, at hann ikki fer at at góðkenna eitt tap, sjálvt um hann tapir.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Vitnisfrásøgnin frá fyrrverandi stápsstjóranum hjá Mike Pence var hósdagin spæld á video fyri limu í 6. januar-nevndini í Washington D.C. - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix