Frankaríki, Týskland og Spania hava givið Maduro freist til í kvøld at skriva út forsetaval.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tað er møguleiki fyri at senda amerikanskar herdeildir til Venezuela.
Hann sigur samstundis, at hann hevur avvíst einum tilboð frá vinstrasinnaða forsetanum, Nicolas Maduro, um at hittast.
– Tað er avgjørt nakað, sum er upp á…. tað er ein møguleiki, sigur Trump í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina CBS.
– Ja, hann hevur nevnt møguleikan fyri einum fundi, og eg avvísti tað, tí vit longu eru langt inni í tilgongdini, greiðir hann frá.
– So eg síggi tilgongdina sum verandi í gongd. Ógvuliga stór og fantastisk mótmæli. Frankaríki, Týskland og Spania hava givið Maduro eina freist til í kvøld at skriva út forsetaval. Hinvegin vilja stjórnirnar í teimum trimum londunum góðtaka tann unga tingformannin Juan Guaidó sum fyribils forseta.
Í dag upplýsir uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Frederica Mogherini, at ráðharrar úr ES hósdagin fara at hittast í høvuðsstaðnum í Uruguay, Montevideo, við samstarvsfeløgum úr Latínamerika. at tosa um, hvussu kreppan í Venezuela kann loysast.
Tíggjutúsundtals fólk vóru á gøtunum í Venezuela í gjár fyri at kreva Maduro frá. Men har vóru eisini stuðlar hjá stjórnini og Maduro.
Maduro segði undir einum stórfundi, at hann er sinnaður at skriva út val til tjóðartingið í mai.
Men tað mýkir ikki mótstøðufólkini heima og úti. Fyri tey er tað eitt nýtt forsetaval, sum tað snýr seg um.
/ritzau/Reuters