Trump stevnir fyri at forða fyri at skjøl verða almannakunngjørd

Ein nevnd í Umboðsmannatinginum er í ferð við at kanna lutin hjá Donlad Trump í uppreiðstrinum 6. januar, sum kravdi fimm mannalív.

 

 Fimm fólk doyðu í sambandi við uppreisturin á kongressina 6. januar – teirra millum ein løgreglumaður. Uppreisturin byrjaði, tá viðhaldsfólk hjá táverandi forsetanum, Donald Trump, royndu at forða fyri formligu góðkenningini av, at Joe Biden hevði vunnið forsetavalið. (Arkivfoto) - Foto: Shannon Stapleton/Reuters

Fyrrverandi forsetin í USA Donlad Trump hevur stevnt eini nevnd í Umboðsmannatinginum, sum í løtuni er í ferð við at kanna álopið á Kongressina 6. januar.

Tað verður gjørt fyri at forða fyri at trúnaðarskjøl um uppreisturin verða latin nevndini.

Tað skrivar amerikanski miðilin NPR.

Trump og advokatar hansara halda siga í stevningini, at hesi skjøl, sum nevndin fegin vil hava fatur í, eru vard av serligari lógarheimild, sum tryggjar rættin til trúnað millum sitandi forsetan og ráðgevarar hansara.

– Lógir okkara loyvi ikki slíkum brádligum og ógvusligum stigum ímóti einum forseta og ráðgevarum hansara, stendur í stevningini, sum er latin einum dómstóli í Washington D. C., sambært NPR.

Trump hevur við tilvísing til somu lógarheimild heitt á fleiri embætisfólk í umsiting síni um at nokta at vitna fyri nevndini, sum hevur sjey demokratar og tveir republikanarar.

Men sambært fleiri juridiskum serfrøðingum, so er tað bara sitandi forsetar, sum kunnu fáa hendan rættin til at halda samrøður við ráðgevarar í trúnaði.

Donald Trump hevur síðani álopið  6. januar, tá fleiri hundrað viðhaldsfólk hansara lupu á Kongressina fyri at forða fyri formligu góðkenningini av Joe Biden sum vinnara av forsetavalinum í USA, roynt at stríðast ímóti øllum kanningum av hendingunum hendan lagnudagin.

Fimm fólk doyðu í sambandi við uppreisturin. Yvir 600 fólk eru síðani ákærd fyri gerðir teirra hendan dagin.

Michael Gwin, talsmaður í Hvítu Húsunum, sigur sambært NPR, at avgerðin hjá Trump um at stevna kongressnevndina er ein »serlig hóttan ímóti fólkaræði okkara«.

Talsfólkið hjá Trump, Taylor Budowich, hevur áður funnist at kanningini.

Hann hevur millum annað kallað hana »eitt partapolitiskt fuppnummar«.

Donald Trump varð eftir uppreisturin 6. januar settur fyri ein ríkisrætt í Umboðsmannatinginum. Har var hann skuldsettur fyri at hava elvt til álopið. Hann varð seinni fríkendur.

/ritzau/

 

 

 

 

 

 Fimm fólk doyðu í sambandi við uppreisturin á kongressina 6. januar – teirra millum ein løgreglumaður. Uppreisturin byrjaði, tá viðhaldsfólk hjá táverandi forsetanum, Donald Trump, royndu at forða fyri formligu góðkenningini av, at Joe Biden hevði vunnið forsetavalið. (Arkivfoto) - Foto: Shannon Stapleton/Reuters