Amerikanski forsetin Donald Trump og týski kanslarin Friedrich Merz síggjast her í mars 2026. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters

Trump tekur 5.000 hermenn úr Týsklandi

USA tekur 5.000 hermenn úr Týsklandi eftir hóttanina hjá Trump móti Friedrich Merz. Tað hevur Pentagon boðað frá.

Amerikanski forsetin Donald Trump og týski kanslarin Friedrich Merz síggjast her í mars 2026. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters

USA tekur 5.000 hermenn, sum eru staddir í Týsklandi, aftur.

 

Tað boðaði amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, frá fríggjakvøldið danska tíð sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti síðst í apríl við at taka hermenninar aftur, sum ein avleiðing av, at týski kanslarin, Friedrich Merz, segði, at Iran eyðmýkti USA í friðarsamráðingunum millum londini, tí samráðingarnar eru steðgaðar.

 

Fráboðanin fekk Trump at finnast at Merz.

 

Trump-stjórnin hevur fleiri ferðir harðliga funnist at fleiri vesturlendskum sameindum londum fyri ikki at luttaka í stríðnum hjá USA og Ísrael móti Iran, sum byrjaði 28. februar.

 

Í farnu viku frættist, at USA umhugsaði at royna at koyra Spania úr NATO, skrivar AFP.

 

Afturtøkan verður væntandi liðug um 6 til 12 mánaðir, sigur talsmaðurin hjá Pentagon, Sean Parnell, sambært Reuters.

 

Við at taka 5.000 hermenn úr Týsklandi fer talið av amerikanskum hermonnum, sum eru í Evropa, at koma niður á nøkulunda sama støði sum áðrenn Russland herjaði á Ukraina í 2022, sigur ein ónevndur embætismaður í Pentagon við Reuters.

 

Stríðið hjá Russlandi í Ukraina hevur elvt til, at amerikanska hernaðarliga nærveran í Evropa er økt undir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Joe Biden.

 

Sambært granskingartænastuni hjá kongressini hevði USA fleiri enn 35.000 hermenn í Týsklandi í 2024.

 

Men sambært tíðindastovuni AFP verður talið hildið at vera nærri 50.000 í dag.

 

Í áratíggju hava fleiri stórar amerikanskar hernaðarstøðir verið í Evropa. Tøl frá í fjør, sambært týsku tíðindastovuni dpa, meta, at tað eru umleið 80.000 amerikanskir hermenn, sum eru í Evropa.

 

Eisini eru amerikanskir hermenn í Grønlandi við Pituffik.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin Donald Trump og týski kanslarin Friedrich Merz síggjast her í mars 2026. (Savnsmynd). - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters