Trump tilnevnir Brett Kavanaugh til hægstrarætt

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tilnevnir tann konservativa Brett Kavanaugh til tøka plássið sum hægstarrættardómara. Kavanaugh tekur við sum hæsgtarættardómari eftir Anthony M. Kennedy, ið hevur lagt frá sær fyri aldur.

 

Brekk Kavanaugh er 53 ára gamal og hugsjónarliga høgravendur. Roknað verður við, at hann fer at flyta hægstarætt til høgru í fleiri málum, bæði í handilsligum reguleringum og í tjóðarinnar trygd.

 

Men tað verður eisini sagt, at hann er eitt tryggari val, at fleiri aðrir á listanum hjá forsetanum.

 

Tá Brett Kavanaugh góðtók tilnevningina, rósti hann undanmanninum Kennedy, sála, og foreldrum sínum. Pápi Brett Kavanaugh var advokatur, og mamma hansara var dómari.