Trump: Toll-avtala millum USA og Kina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjár, at ein tollavtala millum Kina og USA er komin uppá pláss.

Amerikanski forestin, Donald Trump, og kinesiski leiðarin Xi Jinping. Mynd: Susan Walsh/AP/Ritzau Scanpix

Hon skal tó endaliga góðkennast av Trump og kinesiska forsetanum, Xi Jinping, skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Sambært Trump merkir avtalan, at kinesiskar vørur koma undir 55 prosent av tolli, tá tær verða útfluttar til USA.

Amerikanskar vørur verða lagdar undir tíggju prosent toll í Kina.

Harumframt fer Kina at veita USA magnetir og sjáldsom jarðevni.

Mikunáttina boðaði amerikanski handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick, frá, at karmarnir fyri avtaluna eru ásettir.

Enn er ikki greitt, nær Trump og Xi endaliga fóru at góðkenna avtaluna.

 

/Ritzau/

 

 

Amerikanski forestin, Donald Trump, og kinesiski leiðarin Xi Jinping. Mynd: Susan Walsh/AP/Ritzau Scanpix