Trump trýstir Apple at broyta navn á Ontario-vatninum

Google Maps hevur longu broytt navnið á vatninum, sum er komið mitt í handilsstríðið millum USA og Kanada.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið tøknirisan Apple broyta navnið á Lake Ontario til Lake America á pallum felagsins.

 

Tað sigur amerikanski innanríkisráðharrin, Doug Burgum, sambært bretska miðlinum BBC.

 

Í samrøðu við Fox Business-sendingina Mornings with Maria sigur Burgum, at forsetin hevur vent sær beinleiðis til Apple.

 

– Eg eri vísur í, at vit skjótt fara at síggja broytingina, sigur innanríkisráðharrin sambært BBC.

 

Ontario-vatnið er tað minsta av teimum Stóru Vøtnunum á markinum millum USA og Kanada. Nú er vatnið komið mitt í eitt navnatrætumál og handilsstríð millum grannalondini bæði.

 

Trump gav nýliga út eini forsetaboð um at broyta navnið í USA. Hetta hendi, eftir at handilssamráðingarnar millum USA og Kanada slitnaðu.

 

Londini høvdu í fleiri vikur samráðst um eina tollavtalu uttan at komið á mál. Síðan legði USA 50 prosent í tolli á ávísar kanadiskar vørur.

 

Kanada svaraði aftur við revsitolli á fleiri amerikanskar vørur. Hesin tollurin kemur í gildi 8. september.

 

Google Maps hevur longu broytt navnið á vatninum til Lake America hjá amerikanskum brúkarum. Kanadiskir brúkarar síggja framvegis navnið Lake Ontario.

 

Forsetaboðskapurin ávirkar Geographic Names Information System, GNIS, sum er ein almennur amerikanskur dátugrunnur við landafrøðiligum nøvnum. Hetta er orsøkin til, at Google hevur broytt navnið hjá brúkarum í USA.

 

Trump hevur í forsetatíð síni sýnt stóran áhuga fyri fleiri londum og økjum uttan fyri USA, teirra millum Grønlandi.

 

Ontario-vatnið er ikki fyrsta staðarnavnið, sum Trump hevur broytt í amerikanska dátugrunninum. Hann hevur eisini broytt navnið á Meksikoflógvanum til Amerikaflógvan.

 

Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at Kanada eigur at gerast 51. staturin í USA.

 

Ritzau