Trump væl ávegis til Hvítu Húsini

Donald Trump hevur nú undirtøku frá tvífalt so nógvum veljarum sum nærmasti avbjóðarin, nú einans ein mánaður er til fyrstu tilnevningarvalini í amerikanska forsetavalinum.

 

Tríggjar tær seinastu størru veljarakanningar geva Trump eina undirtøku á upp móti 40 prosentum, meðan Ted Cruz, sum er á øðrum plássi, hevur 18 prosent undirtøku.

 

Hetta hevur givið leiðsluni í republikanska flokkinum høvuðbrýggj, tí hon óttast, at um Donald Trump skuldi vunnið tilnevningarvalið, hevur flokkurin ongan møguleika at vinna forsetavalið. Donald Trump verður mettur at vera ov víðgongdur hjá veljarunum í miðjuni, og tað eru oftast teir, ið avgera forsetavalini.

 

Meiningakanningar vísa eisini, at Hillary Clinton, sum allarhelst verður demokratiska valevni, hevði smurt Donald Trump av í einum forsetavali.

 

Floksleiðslan óttast eisini, at hetta fer at hava eina neiliga ávirkan á kongressvalið hjá flokkinum, tí veljarin er vanur at atkvøða fyri sama flokki, tá fleiri val eru samstundis, so sum forseta- og kongressval.

 

Slíkar valkanningar skulu tó takast við ávísum fyrivarni. Hvussu stóra undirtøku eitt valevni hevur um alt landið sigur lítið um, hvussu tað fer at gangast í ymisku tilnevningarvalunum. Eisini eru reglurnar fyri tilnenvingarval heldur sermerktar, sum kann raka serliga Donald Trump hart. Hansara stuðlar vera ofta mettir at vera tey minst politiskt áhugaðu, sum eisini eru tey, sum eru minst sannlík at yvirhøvur møta á vali í tilnevningini.

 

Iowa, sum er fyrsti staturin, sum skal velja republikanska forsetavalevni, hevur ikki vanligt val, men heldur tilnevningarfundir. Tey, ið ynskja at velja, mugu møta á valfundi, har talur vera hildnar til frama fyri valevnunum, áðrenn tey frammøttu atkvøða um, hvønn tey ynskja sum forsetavalevni. Hendan skipanin ger eisini, at tey minst politiskt áhugaðu sjáldan luttaka í tilnevningarvalinum.