Trump vann Ohio - kann vinna valið

Spenningurin er í hásæti nú seinastu atkvøðurnar verða taldar í amerikanska forsetavalinum.


Hóast nærum allar veljarakanningarnar vístu, at Hillary Clinton fór at vinna valið, so tykist talan at vera um eitt nógv tættari val enn nakar væntaði, og brádliga er tað ikki óhugsandi, at Donald Trump kann gerast næsti forsetin.


Fyri løtu síðan kunngjørdi CNN, at sambært teirra forsøgnum, so hevur Donald Trump vunnið Ohio. Talan er um ein stat, ið hevur eina langa søgu við at velja vinnandi valevnið. Frá 1904 til 2004 hevur vinnandi forsetavalevnið vunnið Ohio 24 út av 26 ferðir.


Í løtuni liggur Donald Trump eisini til at vinna Florida, har hann í løtuni er á odda við umleið 130.000 atkvøðum nú fimm prosent av atkvøðunum mangla.


Harumframt vísa forsøgnirnar, at Donald Trump klárar seg munandi betri í fleiri statum, ið væntað varð, at Hillary Clinton fór at vinna. Harímillum er statirnir Wisconsin og Michigan.