Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky og kanadiski forsætisráðharrin Justin Trudeau tosa saman í trappinum á veg á toppfund í Lancaster House í London í gjár. Donald Trump hevnir seg nú við tolli á kanadiskar vørur. Mynd: Justin Tallis/Reuters/Ritzau Scanpix

Trump váttar amerikanskan toll á Meksiko og Kanada

Pláss er ikki fyri fleiri samráðingum, tollurin kemur í gildi týsdagin, sigur Trump á tíðindafundi.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky og kanadiski forsætisráðharrin Justin Trudeau tosa saman í trappinum á veg á toppfund í Lancaster House í London í gjár. Donald Trump hevnir seg nú við tolli á kanadiskar vørur. Mynd: Justin Tallis/Reuters/Ritzau Scanpix

Á tíðindafundi í kvøld okkara tíð váttaði amerikanski forsetin, Donald Trump, at USA fer at seta 25 prosent toll á vørur úr Kanada og Meksiko frá týsdegnum at rokna.

Fyrr mánadagin segði handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick, at avgerðin framvegis verður viðgjørd.

Nú hevur Trump váttað, at tollurin verður settur í verk.

Hann sigur eisini, at tað er ikki pláss eftir fyri samráðingum fyri, at grannalondini bæði kunnu fáa eina semju.

Trump segði eisini, at samsvarandi tollhækking fór at verða løgd á, um Kanada og Meksiko svaraðu aftur við egnum handilsligum avmarkingum.

/Ritzau/