Trupla valið

BAKGRUND: Valið um gjaldoyrað fellur dønum trupult. Hava teir tað nóg gott við krónuni, ella skulu teir skifta hana út við evruna og taka við øllum, sum við evruni fylgir? Tað er eitt val um annað og meira enn pengar

Nakað løgið er hent, nú danskir politikkarar í longri tíð hava roynt at greiða veljarunum frá fyrimunum og vansum við nýggja evropeiska gjaldoyranum. Flokkar, ið vanliga eru argastu fíggindar, hálsfevnast tvørtur um floksmørk um sama mál, og flokkar, ið vanliga samstarva væl, rópa í holið á hvørjum øðrum í hvørjari tíðindasending. Evruvalið hevur upployst floksmørkini í Danmark ? eina løtu í øllum førum.


Á ytsta høgravongi hálovar Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum krónuni og øllum, sum krónan stendur fyri. Við somu tungu tosað Holger K. Nielsen úr SF og Keld Albrecthsen úr Eindarlistanum yviri á ytsta vinstravonginum. Flokkarnir hava funnið felags stev um at varðveita donsku krónuna.


Samstundis standa Poul Nyrup Rasmussen úr Javnaðarflokkinum, Bendt Bendtsen úr Konservativa Fólkaflokkinum og Anders Fogh Rasmusssen úr Vinstra sum ein maður. Og undir liðini á teimum teimum standa Radikala Vinstra og CD. Teir fimm flokkarnir hava somuleiðis funnið eitt felags mál, og tað er at sleppa av við donsku krónuna.


Stríðast til tað síðsta

Sjáldsamt hevur verið at eygleiða nýggju samgongurnar, sum eru skipaðar í donskum politikki seinastu vikurnar. Men hóast hesar løgnu fylkingar, og hóast allir teir stóru flokkarnir í Danmark mæla veljarunum til at atkvøða ja, so er ósemjan millum veljararnar eins stór og millum ja- og nei-síðuna í sjálvum Fólkatinginum.


Eingin torir at spáa um endaliga úrslitið í kvøld. Besta boðið frá serfrøðingum, sum ikki gera annað enn at greina veljarakanningar, er, at tað verður sera tætt millum ja- og nei-síðuna, tá ið úrslitið er greitt. Men hetta nýtist eingin serfrøðingur at fortelja hvørki donsku veljarunum ella donsku politikkarunum. Øll vita, at tað verður javnt eins og so ofta fyrr, tá ið ES-spurningar hava verið til atkvøðugreiðslu. Og tí stríðast bæði ja- og nei-síðan við hond og fót fyri sínum sjónarmiðum, líka til valhølini lata aftur klokkan 20 í kvøld.


Eingin vil lúta

Danski forsætisráðharrin hevur ongan hug at vakna í morgin og noyðast at ásanna, at valstríðið miseydnaðist. Líka so lítlan hug hevur Holger K. Nielsen til at vakna og noyðast at ásanna, at krónan verður burtur um nøkur fá ár.


Ikki tí ? tað er kanska ikki evruni sjálvari, sum Holger K. Nielsen ber so stóran ótta fyri. Óttin liggur meira í tí, sum fylgir við evruni og tí framtíðar ES, sum fleiri leiðandi evropeiskir politikkarar hava skitserað og alment boðað frá.


Londini í ES skulu samstarva á fleiri økjum enn í dag. Og tær stóru politisku avgerðirnar á fleiri økjum skulu í framtíðini takast við vanligum meirilutavalið. Londini skulu ikki eins og í dag hava sýtingarrætt, tá ið tær stóru avgerðirnar skulu takast. Og hetta ræðir nei-síðuna meira enn nakað. Danmark fer ikki at hava nakra ávirkan á gongdina, um avgerðirnar skulu takast við meirilutavali, stúrir nei-síðan fyri.


Hetta er tað, sum nei-síðan hevur koyrt harðast á í valstríðnum higartil. Harmonisering er eitt orð, sum gongur aftur í ES-høpi. Og tað er hesari harmonisering, sum Holger K. og hinir nei-sigararnir ikki vilja síggja.


Danmark skal í framtíðini sjálvt gera av, hvussu stórt skattatrýstið skal vera. Eingin uttan fyri Danmark skal áseta, hvussu stór fólkapensiónin ella aðrar almennar veitingar skulu vera. Eingin skal hótta tað danska vælferðarsamfelagið, krevur nei-síðan.


Drignir uppí

Nei-síðan stúrir fyri, at eitt ja í dag er tað sama sum at geva ES grønt ljós til at gera júst sum felagsskapinum lystir. Endin verður, at Danmark hvørvur sum land, og at fólkið missur sín tjóðskaparliga samleika. Sjálvsavgerðarrætturin verður fluttur av Christiansborg niður til Bruxelles, og so líðandi verða tað bert Teir Sameindu Evropeisku Statirnir eftir.


Siga veljararnir "ja" í dag, so kunnu teir vera vísir í, at tað ikki gongur long tíð, áðrenn teir aftur skulu á val og taka støðu til, um Danmark skal fara upp aftur longur inn í evropeiska samstarvið, ávara mótstøðufólkini. Men við at siga "nei" í dag, sendir danska fólkið ein boðskap til politikkararnar og restina av ES um at steðga á eina løtu. Tað gongur ov skjótt, og politisku ætlaninar eru ikki í tráð við ynskini hjá fólkinum, ljóðar áheitanin frá nei-síðuni.


Møsn

Allar hesar pástandirnar, hevur veljarin lýtt á í tolni seinastu vikurnar. Og líka so hart, sum nei-síðan hevur rópt og ávarað, líka so hart hevur ja-síðan ávarað og víst aftur pástandum frá hinum vonginum. Tað, sum nei-síðan førir fram, er møsn og hevur einki við atkvøðugreiðsluna í dag at gera. Í dag snýr tað seg um evruna og limaskapin í Búskapar- og gjaldoyrasamgonguni.


Spurningurin um, hvørja leið ES gongur, hoyrir ikki heima í hesum valstríðnum, og á stóra veljarafundinum hjá Danmarks Radio týskvøldið lovaði Nyrup vegna Danmark at brúka sýtingarrætt sín, um spurningurin um at pilka við danska vælferðarsamfelagið kemur á ES-borð.


- Danmark fer ikki at taka undir við nøkrum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkar rætt okkara at reka vælferðarpolitikk, segði danski forsætisráðharrin.


Og verður talan um at lata ein størri part av sjálvsavgerðarrættinum frá sær, so skal spurningurin undir øllum umstøðum til fólkaatkvøðu, vísir ja-síðan á.


Evran í bakgrundina

Á seinasta stóra valfundinum í Danmarks Radio var lítið tosað um tað, sjálvt valið snýr seg um ? evruna. Og tað hevur sermerkt alt valstríðið, at evran í fleiri førum er skúgvað til viks, og spurningarnir um framtíðina hjá ES sum heild eru tiknir framum.


Men tá tosið hevur snúð seg um evruna, hava politikkararnir somuleiðis verið rúkandi ósamdir um tær beinleiðis avleiðingarnar. Flokkarnir hava kappast um at ræða og lokka veljararnar.


Danska stjórnin vil vera við, at tað er høpisleyst at standa uttanfyri. Í dag luttekur Danmark í 1. og 2. stigi av Búskapar- og gjaldoyrasamstarvinum. Tað vil millum annað siga, at Danmark hevur bundið seg til ikki at hava ov stórt hall á fíggjarlógini, almenna skuldin má ikki fara upp um eitt ávíst mark, og inflatiónin má ikki verða ov høg. Harafturat luttekur Danmark í tí partinum, sum snýr seg um fría flutningin av kapitali millum ES-londini.


Krónan er í stóran mun knýtt at evruni, og Evropeiski Miðbankin, ið er bankin hjá evru-limalondunum, hevur bundið seg til at styðja krónuni, um hon kemur undir trýst. Aftyrfyri skal Danmark halda ávísar treytir um búskaparpolitkkin, og virðið á krónuni má ikki víkja ov nógv frá virðinum á evruni.


Tá ið tað kemur til sjálvan gjaldoyra- og peningapolitikkin er Danmark kortini uttanfyri sjálva samgonguna.


Men støðan hjá Danmark er í veruleikanum so lík støðuni hjá evru-londunum, at einasti munur er, at evru-londini kunnu ikki áleggja Danmark at gjalda bøtur, um landið ikki heldur seg innan fyri tey ásettu markini. Tí er tað óðamannaverk ikki at taka stigið fult út og fara heilt uppí samstarvið við hini 11 evrulondini, sigur ja-síðan.


Fyrimunirnir við at fara uppí eru, at Danmark ikki situr uttan fyri fundarhølið, tá evru-londini viðgera mál av felags áhuga ? mál ið so ella so eisini viðvíkja Danmark.


Fyrimunir í milliardaklassanum

Afturat hesum koma allir teir beinleiðis búskaparligu fyrimunirnir við at hava sama gjaldoyra sum 11 onnur lond og umleið 300 milliónir evropearar, vísir ja-síðan á.


20 milliardir meira til privata nýtslu og í danska statskassan, hava Mogens Lykketoft og Marianne Jelved lovað dønum, um teir siga ja. Onnur halda, at búskaparligu fyrimunirnir hava eitt nógv størri virði enn 20 milliardir. Harafturímóti sigur ja-síðan, at eitt nei kann kosta dønum nógvar milliardir krónur. Rentan fer upp, arbeiðsloysið veksur, og framleiðslan minkar, um danir siga "nei", ávara viðhaldsfólkini.


Pástandirnir hjá nei-síðuni ganga sjálvandi ímóti hesum ræðusøgunum. Eingin orsøk er at óttast hægri rentu, og umheimurin hevur so mikið stórt álit á Danmark og donsku krónuni, at danski búskapurin ikki kemur undir trýst.


- Lat okkum ikki taka eina endaliga avgerð nú. Lat okkum fyrst síggja, hvussu tað fer at gangast evruni, og so kunnu vit kanska koyra spurningin út til fólkaatkvøðu aftur seinni, sigur nei-síðan, sum millum annað vil bíða og vita, um Svøríki og Bretland einaferð seinni fara at taka undir við evruni.


Holger K. Nielsen er ein teirra, sum hevur gloppað dyrnar.


? Um evran mennnir seg á ein demokratiskan hátt, so kann vera, at vit skulu umhugsa spurningin einaferð afturat, segði hann týsdagin.


Um hetta verður tann gularótin, sum fær veljaran at vraka evruna í dag, er ógjørligt at siga, men tað verður tann parturin, sum hevur størsta álitið millum veljaran, sum ber sigurin í hús.


Eingin hjálp frá serfrøðingum

Teir nógvu serfrøðingarnir, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum í valstríðnum, kunnu heldur ikki hjálpa tí ivandi danska veljaranum. Fjølmiðlarnir hava býtt tíðina so hjartaliga millum teir báðar partarnar, og serfrøðingarnir standa eins spjaddir í sínum sjónarmiðum og politikkararnir. Vísur ein serfrøðingur á fyrimunir við einum ella øðrum, kemur ein annar í somu løtu og vísur á vansan við júst tí sama. Veljarin hevur tað ikki lætt.


Men nógv bendir kortini á, at valluttøkan verður av teimum heilt stóru í dag. Nógv fleiri enn vanligt hava atkvøtt við brævatkvøðu, og hetta verður tulkað sum eitt tekin um, at valluttøkan verður stór.


Danir hava so eitt val, og hendan demokratiska rættin vilja teir sleppa at brúka í dag. Tað eru ikki allir borgararnir í evru-londunum ? eitt nú Týsklandi ? sum yvirhøvur hava fingið møguleikan at siga annaðhvørt "ja" ella "nei" til evruna. Har hava stjórnirnar einsamallar tikið avgerðina og ikki spurt fólkið um "sína" hugsan.