Føroyar og Ísland kunngjørdu í dag, at strandarlondini hava gjørt eina semju fyri fiskirættindi fyri tað, ið eftir er av 2018. Sostatt er ein loysn funnin á ósemjuni, ið førdi við sær, at íslendska stjórnin í desember noktaðu føroyskum skipum at fiska botnfisk í íslendskum sjógvi,
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var í gestur í tíðindunum í Rás 2 í dag, har hann greiddi nærri frá nýggju semjuni og íkomnu ósemjuni við íslendingar.
- Tað sum vit hava gjørt nú er, at vit rætt og slætt hava roynt at fingið eina semju, ið bara hevur smávegis broytingar. Bæði til fyrimuns fyri íslendingar og føroyingar, soleiðis at vit í 2018 hava status quo, og so fara undir ta størru samráðingina um framtíðar rammusáttmálan, sigur Høgni Hoydal.
Fiskimálaráðharrin greiðir frá, at strandarlondini eru vorðin samd um, at tað er neyðugt við eini rammuavtalu fyri øll fiskasløgini, men væntar, at tær samráðingarnar verða truplar.
- Tað verður uttan iva truplar samráðingar, tí vit hava ynskt broytingar í Føroyum í mong ár, og íslendingar hava eisini sett ymisk ynskir fram nú, eisini í mun til nýggju fiskivinnulógina. So tað verður uttan iva torførar samráðingar, men vit vóna, at tað fer at eydnast væl, sigur Høgni Hoydal.
Hoyr alla samrøðuna við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.