Truplari enn væntað

Ein tann mest eyðsýndi leikarin á franska liðnum, var nýggi Barcelona-leikarin, Ludovic Giuly, út í høgra borði. Giuly skoraði fyrra franska málið og legði upp til tað seinna

Teir mongu áskoðararnir á Tórsvølli mikukvøldið løgdu óivað til merkis lítla mannin á høgra vongi hjá fraklendingum. Talan var um Ludovic Giuly, ið júst er seldur til spanska stórfelagið FC Barcelona. Giuly var um nakar mest skapandi leikarin á franska liðnum, og tað var ikki av tilvild, at hann sjálvur skoraði fyrra málið og legði upp til tað seinna.

Fingu ikki glið á
Ludovic Giuly segði eftir dystin, at tað gekk alt ov striltið hjá fraklendingum at fáa glið á teirra álopsspæl. - Eg haldi, at vit næstan væntaðu, at tað fór at koma av sær sjálvum, og veruleikin er tann, at uppgávan helst gjørdist truplari enn væntað, segði Giuly.
- Vit høvdu gott tak á teimum móti endanum av fyrra hálvleiki og í byrjanini av seinna hálvleiki, men tá ið Vieira verður útvístur, fáa teir luft aftur og koma fyri seg. Tískil hava teir bóltin nógv, eisini inni á okkara hálvu, uttan at teir tó gjørdust serliga vandamiklir, segði Ludovic Giuly.
Frakland fekk tó tryggjað sær sigurin, tá ið Djibril Cisse skoraði til 2-0 eftir eina fríspæling frá júst Giuly, og hetta málið var ógvuliga týdningarmikið, heldur Barcelona-leikarin. - Tað málið køvdi teirra vónir, og hóast teir høvdu onkrar málmøguleikar eftir hetta, so haldi eg tó ikki, at sigurin hjá okkum nakrantíð var í vanda, segði Ludovic Giuly.
Barcelona-leikarin segði eisini, at tað týdningarmiklasta var at fáa øll trý stigini, men hann undirstrikaði tó eisini, at hesin dysturin hevði víst franska liðnum, at teir noyðas at stríðast fyri stigunum, tí teir fáa einki forerandi.