Trupulleikar av fullum fólki

Løgreglan hevur havt eina rúgvu av trupulleikum av fullum fólki í vikuskiftinum. Ikki færri enn 14 ferðir varð løgreglan fráboðað, tí trupulleikar vóru av fólki, ið høvdu fingið ov nógv at drekka. Her er bæði talan um privat, úti í býnum og bardagar.
Í flestu førum vórðu trupulleikarnir loystir á staðnum. Fólk vórðu skild sundur og síðani koyrd heim. Men í tveimum førum vórðu fólk tikin inn á støðina at sova rúsin av sær.
Løgreglan hevur tó ikki fingið nakra fráboðan um harðsskap.
Og leygarmorgunin um hálvgum fimm tíðina handtók løgreglan ein ávirkaðan bilførara, sum koyrdi tætt við løgreglustøðina.