- Arbeiðið hjá Sunda kommunu at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur innan ársskiftið bar ikki á mál. Tí hava íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini, og nú aftur eftir jól.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
Hetta er sjálvandi ikki nøktandi fyri hósvíkingar, og eru tey í Sunda kommunu tískil sera hørm støðuna - bæði um vantandi kunning, og at arbeiði hevur gingist so illa.
- Vit arbeiða nú við avbjóðingunum við vatninum. Fyrsta stigið er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri, og at hósvíkingar ikki missa vatnið, um proppur kemur í vatninntakið.
Í Sunda kommunu siga tey, at annað stigið er, at vatninntakið verður flutt og broytt, soleiðis at støðan, har proppur kemur í, ikki skal kunna koma fyri.
- Hetta arbeiði verður gjørt, tá tað er turt, og tí verður tað einaferð seinni í vár ella í summar.
Víst verður á, at triðja stigið í átakinum verður at fáa eitt eyka inntak við pumpuskipan til ovastu húsini og komandi útstykkingar. Hetta skal loysa framtíðar trupulleikar, sum kundu komið.
Í Sunda kommunu siga tey, at enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum, og arbeiðsfólk hjá Sunda kommunu gera alt fyri at fáa vatnið í rættlag.
Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður víst á, hvagar fólk kunnu venda sær, um trupulleikar eru við vatninum.