Trupulleikar á West Navion

-seinka tó neyvan boring hjá Hess á Atlantsmóti



Oljuleiting


Hóast effektivt og skjóttvirkandi hevur norska boriskipið West Navion eisini havt trupulleikar at dragast við. Vit sóu hetta, tá skipið boraði á føroyska landgrunninum og aftur , tá tað boraði á bretskum øki. Nú er skipið stætt í Kanda, har tað borar fyri Marathon og hevur aftur fingið trupulleikar at dragast við. Uppstream skrivar, at onkrir tekniskir trupulleikar í boripartinum koma at seinka boring í einar tvær vikur. Ætlanin er at West Navion skal bora fyri Enterprise í írskum sjógvi eftir boring í Kanada og eftir tað skal skipið bora fyri The Faroes Partnersamtakið við Amerada Hess á odda. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur, at teirra ætlan heldur framvegis, og hon er at bora ein brunn í bretskum øki skamt frá føroyska markinum í øðrum ársfjórðingi. Um hetta verður í aprí, mei ella juni veit hann ikki at siga við vissu. Hann roknar ikki við, at trupulleikarnir í Kanada fara at seinka teirra boring.

Gitt verður annars nógv um, hvussu gongst við evalueringini av Amerada Hess fundinum. Onkur kelda vil vera við, at talan er um eitt stórt fund, har tað bæði eru olja og gass í undirgrundini, men at tað eisini eru minus við fundinum t.d. at porøsiteturin í steininum skal vera lágur. Um onnur viðurskifti eru góð, so n_tist hetta ikki at verða so stórur vansi. Eftir tí blaðið veit, so er ætlanin við brunninum, sum West Navion skal bora hinumegin markið at brúka hann sum eitt slag av metingarbrunni fyri fundið, sum er gjørt á føroyskum øki. Hildið verður fyri vist, at eitt oljufelt liggur báðumegin markið. Sum skilst kann møguliga okkurt meira ítøkiligt sigast um fundið einaferð í summar.