Høgni Hoydal, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, heldur, at hugskotið við Hoyvíkssáttmálanum er gott. Tó heldur hann, at javnvágin ikki er nóg góð.
- Íslandssáttmálin gjørdist liðugur longu í 2003. Vit fegnast um getta stigið, sum vit sjálvir hava verið við til at framt. Hugskotið við sáttmálanum er gott, men landsstýrið hevur fuskað við samráðingunum.
- Sáttmálin varð undirskrivaður, áðrenn samráðingarnar vóru lidnar. Løgmaður trumfaði hetta ígjøgnum sum lóg. Teir áttu sjálvandi at lagt tað fram sum eitt uppskot til samtyktar. Tað hava ikki forhandla, áðrenn teir skrivaðu undir. Tí undrar tað meg ikki, at javnvágin í sáttmálanum ikki er nóg góð, sigur Høgni.
Positivt hugskot
Hann er glaður um hugskotið handan sáttmálan, hóast hann ikki er nøgdur við samráðingartilgondina.
- Hugskotið er positivt. Men tað er harmiligt, at hetta fekk eina so keiðliga byrjan. Løgmaður hevur ikki gjørt eitt nóg gott arbeiði í hesum førinum. Vit standa nú við óneyðugum trupulleikum, sum høvdu verið loystir við samráðingum. Vit ætla at halda eitt vakið eyga við gongdini, nú sáttmálin er komin í gildi, sigur Høgni.
Týdningarmikið fyri fullveldisrørlsuna
Tjóðveldisflokkurin hevur stóran áhuga í samstarvinum við íslendingar.
- Vit byrjaðu uppá hesa verkætlanina. Politiskt sæð er hon sera týdningarmikil fyri fullveldisrørsluna í Føroyum. Tað er bara keðiligt, at landsstýrið skrivar undir uppá alt. Teir hava veruliga sett okkum í eina keðiliga støðu. Vit skulu ikki vera so undirbrotlig, men heldur krevja okkara rætt sum ein javnbjóðis partur til íslendingar, sigur Høgni.
Høgni vónar, at Hoyvíkssáttmálin kann gerast ein byrjan uppá eitt sterkt norðurlendskt samstarv.
- Eg vóni, at Grønland og Norra koma við í framtíðini og styrkja samstarvið, sigur Høgni Hoydal at enda.