Trupulleikarnir útsettir

Peningastyrkurin eigur bert at vera til foreldur, sum fáa skrivliga váttan frá arbeiðsgevara um longt barnsburðarfarloyvi, sigur Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn

Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn mælir harðliga ímóti, at barnastyrkur verður samtyktur, tí tað loysir ongar trupulleikar, men bara útsetir teir í eina tíð. Í áheitan til trímannanevndina hjá Tórshavnar býráð, ið skal taka sær av barnastyrkinum, sigur felagið, at tað er samt við Katrini Dahl í, at fyrimunirnir eru nógvir bæði fyri móðir og barn við at tey kunnu verða heima longst møguligt. Men nógv eru í teirri støðu, at tíðin saman við tí nýfødda barninum, verður merkt av ótta og iva um, hvør skal taka sær av tí, tá ið farloyvið er av. Hóast bíðað verður til barnið er 9-12 mánaðar gamalt, eru tey fá, sum hava fingið ansingarpláss tá.

Tí er neyðugt at barnið fer í onkra "svarta" fyribilsloysn, har ongin hevur eftirlit við, hvat fer fram. Loysnin kann sigast upp dag frá degi og ongin er at taka yvir um ansingarmamman er sjúk o.s.fr.

Tá ið barnið er umleið hálvt ár er tað í kapping við onnur børn í sama aldri um tey ansingarpláss, sum á hvørjum ári verða til taks. Hesi pláss verða býtt út eina ferð um árið. Fær barnið ikki ansingarpláss tá, vísir tað seg at vera sera torført yvirhøvur at fáa nakað pláss. Bert um annað barn í sama aldri fer úr ansingarskipanini gevur tað pláss til eitt eldri barn.

Tá ið uppskotið um peningastyrk kortini verður samtykt fram um eina varandi loysn, má minsta krav til peningastyrkin vera, at bert foreldur, sum fáa skrivliga váttan frá arbeiðsgevara um longt barnsburðarfarloyvi, fáa henda stuðul.

Felagið heitir á trímannanevndina um skjótast at útvega eitt yvirlit yvir, hvussu nógv foreldur taka av stuðlinum. So verður greitt, hvussu stórur partur av játtanini verður nýttur.

Vísir tað seg, at allur peningurin ikki verður nýttur, heitir felagið á nevndina at útvega eitt nýtt uppskot til komandi býráðsfund, sum byggir á kostnaðarmetingina. Restin av játtanini kann nýtast til onkra varandi loysn, t.d. ítøkiliga uppskotið viðvíkjandi útvegan av fleiri vøggustovuplássum á Argjum ella til Sjónleikarhúsið.