MFS metir at tvørligi framferðarhátturin er ein av høvuðsorsøkunum til, at so fáir lesandi føroyingar búsitandi uttanlands gera nýtslu av valrætti sínum, og at tað tískil er av alstórum týdningi at verandi framferðarháttur verður endurskoðaður.
Á umsóknarblaðnum er ikki útgreinað, hvat krevst fyri at umsóknin kann verða viðgjørd. Har stendur, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at umsøkjarin er lesandi, við at skriva undir sjálva umsóknina. Hædd verður ikki tikið fyri, at umsóknarblaðið er á føroyskum, og at skúlin tí ikki kann vita, hvat tey skriva undir uppá. Hetta kann sjálvsagt geva trupulleikar. Tá ringt verður til tær ymsu kommunurnar, er ymiskt, hvørt tað er nøktandi at senda kopi av sínum lestrarkorti. Summar siga ja, aðrar nei. MFS vil tí heita á landsstýrismannin um at gera eina yvirorðnaða leiðbeining, ið kommunurnar kunnu halda seg til.
Eisini vil MFS spyrja, um kommunurnar ikki hava eina freist at viðgera umsóknirnar. Tað stendur í kunngerðini, at avgerðin verður tikin fimm vikur innan valið, men einki um, nær umsóknin skal vera kommununi í hendi, fyri at verða viðgjørd rættstundis. Hetta átti at verið broytt, so tey lesandi hava eina freist at halda seg til. Eisini vildi MFS havt, at kommunur og almennir stovnar sum heild høvdu skyldu at vátta at áheitan, fyrispurningur, umsøknir osv. frá borgarum er móttikin, og verður viðgjørd, so eingin krevur at ganga og stúra, um tað man vera komin fram.
MFS metir, at størsti vansin viðvíkjandi valrættinum er tvørrandi upplýsingin. Bæði frá landi til kommunu, frá kommunu til veljara og frá landi til veljara. Fyri tað fyrsta átti landið at gjørt ein rímiligan innsats fyri at gera øllum greitt, at tað er nakað, ið eitur tvífaldur valrættur, umframt at syrgt fyri, at mannagongdin varð greið. Harumframt áttu kommunurnar at vitað meiri um málið, og havt tað sum ein náttúrligan tátt at kunnað fólk, ið vendu sær hagar, um tað.
Í eini stuttari rundspyrju í nøkrum av landsins størstu kommunum, vísti skilið seg at vera sera vánaligt. Í nøkrum kommunum høvdu starvsfólkini skil fyri málinum, men tíverri nærum eingi viðskiftafólk. Í øðrum kommunum søgdu starvsfólkini seg ikki før fyri at avgreiða ein fyrispurning um tvífaldan valrætt. Tað gjøgnumgangandi var, at sera fá lesandi høvdu ómakað sær at sent umsóknina inn. Her er ein stórur partur av trupulleikanum helst tann, at stórur partur teirra lesandi ongantíð hevur sæð hetta umsóknarblaðið, og kanska heldur ikki hava hoyrt um skipanina. MFS sendi innan jól umsóknarblað við kunngerð og leiðbeining út til allar limir sínar, men talið av lesandi, ið ikki eru limir í MFS er stórt.
Tað er ein sannroynd, at eingi rættindi gerast rættindi fyrr enn tey verða nýtt. Fyri fýra árum síðani vunnu lesandi uttanlanda sær rættin um tvífaldan valrætt, men um so lítil áhugi er fyri skipanini, eru hesi rættindi meiri at kalla ein viðfáningur. Fyri at bøta um verandi støðu, eru tvinnar leiðir at ganga. Antin at fáa verandi skipan at koyra út frá verandi fyritreytum, ella at fremja kunngerðarbroyting, ið fær tey ivasomu punktini í rættlag.
Dámligt hevði verið, um landsstýrismaðurin hevði víst ta vælvild at framt eina upplýsingarherferð henda næsta mánaðin, fyri at fáa so nógv sum gjørligt at ressast og skráseta seg sum veljara til komandi løgtingsval.