Trupult at fáa neyðhjálp úr Føroyum

– Tað vísir seg at vera sera trupult at søkja um pening í sambandi við tað hjálpararbeiði, sum verður gjørt út frá Føroyum sigur Edva Jacobsen, tingkvinna úr Sambandsflokkinum, sum vil hava løgmann at greiða frá hesum

– Tað vísir seg at vera sera trupult at søkja um pening í sambandi við tað hjálpararbeiði, sum verður gjørt út frá Føroyum sigur Edva Jacobsen, tingkvinna úr Sambandsflokkinum, sum vil hava løgmann at greiða frá hesum.

 

– Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði út frá Føroyum fyri at hjálpa í útheiminum. Hettar er á ymiskum økjum. Talan er um sera nógv sjálvboðið arbeiði, sum als ikki kann metast í pengum, sigur Edva Jacobsen.

 

Hon sigur, at tað vísir seg at vera sera trupult at søkja um pening í sambandi við tað hjálpararbeiði, sum verður gjørt út frá Føroyum.

 

Tí vil hon hava løgmann at greiða frá hesum spurningum:

 

1. Hvussu stór upphædd av tí peningi, sum Føroyar lata árliga í menningarhjálp, er latin til hjálparfelagsskapir, sum virka út frá Føroyum?

 

Ár 2012

 

Ár 2013 og

 

Ár 2014

 

2. Hvussu nógvur peningur er sama tíðarskeið latin til útlendskar hjálparfelagsskapir?

 

3. Er tað møguleiki at søkjan tá talan er um aðra hálp enn menningarhjálp ella kreppuhjálp, eitt nú neyðhjálp/humaniterhjálp?

 

4. Hvussu nógv av pengunum metir man fer beinleiðis til hjálp í útlandinum, og hvussu stórur partur fer til umsiting?

 

5. Fær man nakra afturmelding/ frágreiðing um, hvussu peningurin, sum latin er, verður nýttur?

 

– Tað er mær upplýst, at tað ikki letur seg gera at søkja, tá talan er um neyðhjálp/humaniter­hjálp. Tað er sera harmiligt, at lógarverkið er so stirvið, at tað avmarkar føroyskar hjálpar­felagsskapir at søkja, sigur hon.

 

Hon sigur, at føroyingar hava altíð verið sera virknir í hjálpararbeiði, tí er tað sera týdningarmikið at møta vælvild fíggjarliga í egnum landi. Gjøgnumskygni er týdningarmikið, t.v.s. hvussu peningurin verður nýttur.

 

– Tað er mær fortalt, at tað er sera krevjandi og tungt at skriva eina umsókn viðvíkjandi menningarhjálp. Eg vóni ikki, at tað skal vera á einum slíkum støði, at ikki øll lættliga kunnu søkja, tá blívur hettar reint burokrati, tað kann køva endamálið, sum er at veita hjálp.