Lestrarlívið á hægri lærustovnunum er byrjað aftur, og í hesum døgum eru tað nógvir ungir føroyingar, sum flyta út um landoddarnar fyri fyrstu ferð. Men tað er ikki bara spennandi og stuttligt at flyta til eitt annað land at nema sær útbúgving. Avbjóðingarnar eru nógvar, og nógv viðurskifti skulu fáast í rætt lag, tá ið flutt verður til eitt annað land.
Sendingin hjá Rás2 úr útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn, Ghetto Føroyar, hevði í farnu viku eina samrøðu við Guðruna Holm Jacobsen, sum júst er flutt til Keypmannahavnar fyri at lesa til lækna.
Tó hevur tað verið nærum ógjørligt at funnið ein bústað, og tað hevur ført fleiri óvæntaðar veruleikar við sær.
Um tú ert lesandi í Danmark, so er tað eitt gott hugskot at hyggja nærri at heimasíðuni hjá Ráðgevingini í Føroyahúsinum, sum eitur radgevingin.dk. Hesi fólkini arbeiða burturav við at hjálpa føroyingum, sum hava trupulleikar við at søkja um stuðul, lata inn sjálvsuppgávu og so framvegis. Haraftrat er tað ein møguleiki at skriva seg upp til framleigu á fleiri næmingaheimum í Danmark. Her er skjótari at sleppa framat, og ein fínur møguleiki at fáa okkurt at búgva í, meðan bíðað verður eftir egnari íbúð.
Hoyr samrøðuna sum Lív Højsted Horsdal gjørdi við Guðruna her: