Trupult at siga nær skipini sleppa í vinnu aftur

- Tá allar kanningar eru lidnar, fara vit at gera okkara metingar um, hvørt reglur eru brotnar, og um tað er onkur, sum skal ábyrgdast, sigur Martin Hvid John hjá Sjóferðslustýrinum.

Grønlendska kringvarpið - knr.gl - veit at siga, at tað er Maritima Skaðanevndin, ið nú ger kanningarnar, sum skulu staðfesta, hví tveir grønlendskir trolarar stoyttu saman seinasta leygarkvøld.

 

Trolararnir vóru, Akamalik hjá Royal Greenland og Polar Nataarnaq hjá Polar Seafood, og hendingin fór fram sunnanfyri Maniitsoq.

 

KNR hevur verið í samband við bæði reiðaríini fyri frætta, hvussu hendingin fór fram, men feløgini vilja einki siga, tá tað er Maritima Skaðanevndin, sum nú roynir at finna út av hesum. 

 

Ein av varastjórunum hjá Polar Seafood, Bent Salling, sigur herfyri í skrivi við KNR, at tíbetur var eingin mansskaði, tá skipini stoyttu saman.

 

- Beint nú kunnu vit einki siga, tá hendingin framvegis verður kannað, leggur hann aftrat.

 

Samskiftisstjórin hjá Royal Greenland, Masaana Egede, sigur, at eftir at skipini komu til lands sunnumorgunin, fekk øll manningin, sum var við Akamalik, tilboð um kreppuhjálp.

 

Sjóferðslustýrið fekk fráboðan um tilburðin beint eftir, at skipini høvdu stoytt saman, og nú er tað so Maritima Skaðanevndin, sum roynir at finna út av, hvør orsøkin var til samanstoytin.

 

- Tá allar kanningar eru lidnar, fara vit at gera okkara metingar um, hvørt reglur eru brotnar, og um tað er onkur, sum skal ábyrgdast, sigur Martin Hvid John hjá Sjóferðslustýrinum.

 

Hvussu langa tíð vænta tit, tað tekur, til kanningarnar eru lidnar?

 

- Tað er trupult at siga. Í mun til, hvør orsøkin til samanstoytin var, mugu vit vísa til Maritimu Skaðanevndina, og í mun til kanningarnar av skaðunum, eru vit í holt við hetta, sigur Martin Hvid John í Sjóferðslustýrinum.

 

Í samrøðu við KNR leggur hann aftrat, at tað verður upp til reiðaríini, sum eiga skipini, at gera av, hvar umvælingarnar skulu gerast, og hvussu langa tíð tað fer at taka.