Superliga
Tað er sjálvandi vánaliga ítróttarliga úrtøkan hetta kappingarárið, sum er orsøk til, at donsku fjølmiðlarnir nú gera nógv burtur úr felagnum.
Felagið er í løtuni á niðurflytingarsessi, hevur skikkað sær ringast av øllum liðunum í donsku superliguni, og heldur ikki áskoðaratalið, sum er hitt lægsta í deildini, er nakað at reypa av.
Vilja hava styrk
Við ítróttin á donsku TV3 rásini segði liðformaðurin hjá Herfølge, Thomas Høyer, at tað er avgerandi neyðugt hjá felagnum at styrkja hópin við einum ella tveimum leikarum, ti tess at venda skeivu gongdini.
Venjari felagsins, John Faxe Jensen, var ikki heilt so avgjørdur sum liðskiparin. Hann sjálvsagt, at ein møguligur styrkur skuldi verða kørkomin, men hinvegin vísti hann eisini á, at hetta var upp til leiðsluna í felagnum at gera av.
Hjá leiðsluni tóktist tó ikki at vera nakar skundur við at fáa fatur á nýggjum leikarum. Ítróttarstjórin í felagnum, Steen Sarka, sigur við TV3, at í løtuni er ikki eingin handil ávegis.
- Uttan so, at ein spælari brádliga verður tøkur, sum kann koma beinleiðis inn á liðið, verður einki gjørt her og nú.
Herfølge hevur í mun til meistaraárið mist Steven Lüstu og Jesper Falck, sum báðir eru farnir til AB, meðan Kenneth Jensen og Jeppe Vestergaard báðir eru skaddir í løtuni. Nýggir leikarar hetta kappingarárið eru Peter Frank, Patrick Bengtson og Thomas Christiansen.
Gongst væl hjá OB
Sunnudagin skal Herfølge royna seg á heimavølli móti FCM, sum hevur staðið seg sera væl higartil í kappingarárinum.
Samstundis skulu Johan Byrial Hansen og liðfelagarnir úr OB til Haderslev, har roknað verður við, at teir fáa enn tvey stig í stigaposan, sum rættiliga er vorðin rokaður seinastu tíðina.
FCK og Todi Jónsson skulu ikki í eldin fyrr enn mánakvøldið. Tá fara teir á vitjan hjá AB, sum er í stórari kreppu í løtuni, so vónandi sleppa Todi og teir aftur at fegnast um ein sigur. Møguleiki er at síggja dystin á systirkanalini hjá TV3, 3+.