Tað verður á ongan hátt lætt hjá TB, sum hevur allar mans tøkar, nú teir vitja í Fuglafirði. Eftir tapi fyri sundalagsmonnum farna vikuskifti er greitt, at teir hóast góðu gongdina undanfarnu dystirnar, bara eru tvey stig omanfyri niðurflytingarmarkið.
Nú skulu tvøramenn vitja á útivølli fyri fimtu ferð í ár, er tað greitt, at teir enn ikki eru farnir heim aftur við einum sigri í skjáttuni. Hinvegin hava teir bara tapt ein dyst og spælt tríggjar javnleikir.
Til dystin leygardagin eru allir leikararnir hjá TB tøkir, so kappingin um plássini er hørð.
Øðrvísi er hjá heimamonnunum í Fuglafirði. Har er liðformaðurin Bartal Eliasen leikbannaður, eftir at hann varð vístur av vøllinum í móti B36. Bartal er ógvuliga umráðandi hjá ÍF, serliga í verjupartinum, men tá er tað ein uggi, at Clayton Soares tykist vera komin í form og veit hvar málið stendur. Nenad Saric er somuleiðis við at koma fyri seg, eftir at hava verið skaddur. Hann fekk eina góða løtu á vøllinum í móti B36, umframt at kviki Dánjal á Lakjuni fekk 90 minuttir í móti Serbia, tá U21-landsliðið dystaðist mikukvøldið.
Hesir fara við liðfeløgum sínum at stríðast fyri at halda ÍF í oddinum, meðan TB kýtir seg fyri at leggja sjógv millum seg og liðini skeivu megin markið.
ÍF - TB
Rúni Gaardbo
Sunnudagin klokkan 15.00