Trý á rað hjá HB

Eftir tvey steyp í gjárkvøldið hevur HB lagt fyri í somu øði, sum teir sleptu í gjár

 

 

Fyrsta finalan á Tórsvølli í dag var ímillum 07 Vestur og HB í dreingjum U14. Og aftur hesa ferð endaði tað við sigri til HB.

 

Tað var annars 07 Vestur, sum legði seg á odda, tá Jón Weihe Simonsen royndi seg við skoti útifrá. Helst átti málverjin at vart fyri, men onkursvegna smoygdi bólturin sær kortini fram at meskunum.

 

Myndir frá finaluni síggjast HER

 

Sjey minuttir seinni javnaði Tórmóður Djurhuus, tá hann við góðum skoti sendi bóltin í netið. Og lítla løtu seinni legði Jógvan Petersen HB framum.

 

Alt bendi á tryggan sigur, tá Magnus Holm Jacobsen royndi seg við langskoti, sum málverjin hjá 07 Vestur helst átti at tikið.

 

Undirhaldið fyri steðgin var í topp, og tað gjørdist ikki minni, tá Brandur Hovgaard við rimmar langskoti umvegis tvørtræið minkaði um munin.

 

Eftir steðgin vóru partarnir heldur varligari, men talan gjørdist tó um tvey mál afturat. Fyrst økti Tórmóður Djurhuus við góðum langskoti, men sjey minuttir undan dystarloki fekk Dann Fróðason spenningin í topp, tá hann slapp púra leysur móti málverjanum.

 

Vágamenn royndu at trýsta, tað ið eftir var av dystinum, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta málið, sum hevði noytt dystin út í longda leiktíð.

 

Dreingir, U14

07 Vestur-HB 3-4 (2-3)

1-0: Jón Weihe Simonsen, 15.

1-1: Tórmóður Djurhuus, 22.

1-2: Jógvan Petersen, 25.

1-3: Magnus Holm Jacobsen, 28.

2-3: Brandur Hovgaard, 32.

2-4: Tórmóður Djurhuus, 58.

3-4: Dann Fróðason, 63.

 

HB: Roðar Heðinsson, Andreas Mikkelsen, Símun Sólheim, Tróndur Mikkelsen, Magnus Holm Jacobsen, Jógvan Petersen, William Klein, Hanus Sørensen, Vernar R. Olsen, Tummas Ellingsgaard, Bjarni Brimnes, Aygi Olsen, Tórmóður Djurhuus.

Venjarar. Jan Dam og Milan Cimburovic