- Vit hava verið á ólavsøku alt tað, sum eg kann minnast, sigur Mami Dahl Sørensen av Viðareiði.
Omman, Gudrid Dahl Sørensen, hevur eisini havt tað fyri at koma til Havnar, tá ólavsøka er.
- Tá eg var 12, giftist systir mín til Havnar. Líka síðan tá havi eg verið á ólavsøku so at siga á hvørjum ári, sigur Gudrid.
Tað hevur ikki altíð verið eins lætt at koma til Havnar á ólavsøku. Skuldi tú til Havnar av Viðareiði fyri 50 árum síðan, skuldi tú rokna við minst einum degi bara at ferðast í.
- Fyrst skuldi man sigla við Másanum av Viðareiði til Klaksvíkar. Aftaná at hava bíðað har í nakrar tímar, sigldi man so við Pride til Havnar. Um tað gekk væl, so tók tað ein hálvan dag, men um tíðirnar ikki passaðu, so kundi tað taka hálvan annan dag, sigur Gudrid.
- Fyrr fóru fólk til Havnar við Pride, nú fara tey til pride, letur skemtandi úr Mami.
Hvørja ólavsøku hava Mami og Gudrid fast fyri at fara í kirkju.
- Vit eru vanliga í kirkju á Viðareiði, so tað er upplagt at fara í kirkju á ólavsøku eisini, sigur Mami.
- Báðar eru vit eisini kirkjutænarar, so kirkjan fyllir nógv í okkara dagliga lívi, sigur Gudrid, ið tænir sum organistur í Viðareiðis kirkju. Um ólavsøkan fellir á ein sunnudag – sum í ár – so biður Gudrid sær frí frá at spæla. Tað er einasta ferð, hon biður sær frí.
Í gjár hendi eitt sindur av hvørjum hjá teimum trimum viðareiðisdamunum.
- Eg fór við einum systkinabarni í tivoli. Vit gjørdu alt møguligt, eitt nú hoppiborg og karrusel, og tað var ordiliga stuttligt, sigur Durita Sára Dahl Egilsnes, sum er 3 ár.
- Vit vóru til nátturða hjá systir míni, og tað var sera hugnaligt. Eisini bjóðaðu vit til nátturða aftaná kappróðurin uppi í eini íbúð, sum vit hava í Hoyvík, sigur Mami.
Gudrid hevur verið á ólavsøku í 68 ár, og sambært henni er hon nógv tann sama. Men eitt saknar hon.
- Konditaríið dámdi mær øgiliga væl ta tíð, tað var. Har dámdi mær væl at fara inn at hvíla meg, sigur Gudrid at enda.