Trý ættarlið á somu skipasmiðju

Eivin Olsen, bedingsmeistari á Skála, kann av røttum sigast at vera ein rættilig bedingslegenda.

Eivin Olsen, bedingsmeistari á Skála, sum í dag fyllir seksti ár, er úr góðum bergi brotin. Av røttum kann sigast, at hann hevur traðkað sínar barnaskógvar á bedingini.

- Pápi hansara var Jógvan Olsen, Jógvan á Beding, sum eisini var bedingsmeistari í nærum ein mansaldur. Abbi hansara var navnframi smiðjumeistarin, Eliesar Olsen. Tí hevur skipasmiðjan sítt stóra pláss í ættarsøgu Eivins.

Tað skrivar MEST á síni heimasíðu í dag, har Eivin Olsen verður heilsaður og heiðraður.

- Eivin hevur arbeitt á bedingini frá heilt ungum árum. Tó so, hevur hann roynt ymiskt annað eisini. Sum ungur fór hann í timburlæru hjá Kroner & Øre, men tá tann fyritøkan fór niður og norður, gavst Eivin við læruni, og síðan tá hevur hann verður fastur partur av bedingsmanningini.

MEST vísir á, at sum yngri dámdi Eivin væl at ganga í grind, og hann hevur eisini fingist nakað við seyð, sjálvt um tað nú er lagt á hillina aftur.

- Eivin Olsen hevur eisini upplivað tær nógvu broytingarnar, ið hendar eru á bedingini seinastu 40-50 árini, og hann veit at siga frá, hvussu tað var at mála í gomlum døgum, áðrenn eitt nú málingasproytur og lyftir fóru at lættu munandi um arbeiðið. 

MEST sigur, at sum bedingsformaður er Eivin Olsen tiltikin dugnaligur at taka skip upp, og hann hevur mangan verið hollur í ráðum hjá vikarierandi formonnum og øðrum, ið hava havt við tað at gera gjøgnum árini.

- Við sínum umfatandi royndum innan bedingsarbeiði hevur hann sum formaður eisini dugað sera væl at leggja arbeiðið til rættis og eisini at leggja teimum 100-tals ungdómunum, ið hann hevur havt í arbeiði gjøgnum árini, lag á, hvussu arbeiði skuldi fremjast, skrivar heimasíðan hjá MEST í dag millum annað um bedingslegenduna.