Hóast ein góður triðingur av løgtingslimunum var skiftur út, er miðalaldurin á løgtingslimunum hækkaður við yvir trimum árum.
Miðalaldurin á nýggja løgtinginum er 51,6 ár, meðan miðalaldurin eftir valið í 2011 var 48,4 ár.
Hetta hevur sína frágreiðing í at meðan teir, ið ikki vóru skiftir út, sjálvandi eru vorðnir fýra ár eldri síðani seinast, so vóru fleiri yngri valevni, ið ikki vóru afturvald, meðan fleiri av teimum nývaldu hóast alt eru komin nakað áleiðis í lívsleið síni.
Í staðin fyri menn sum Hanus Samró, sum einans var 23 ára gamal, tá hann var valdur, og Janus Rein, sum var 37 ára gamal, vóru valdir Edmund Joensen, sum er 71 ára gamal, og Heðin Mortensen, sum er 69 ára gamal.
So einki er at siga til, at miðalaldurin er hækkaður nakað.