Trý ár síðani Utøya hópdrápið

22. juli fer at standa púra klárur i minninum hjá øllum norðmonnum, nú tríáradagurin upprennur.

22. juli fer at standa púra klárur i minninum hjá øllum norðmonnum, nú tríáradagurin upprennur.

 

Tað hevur verið nógv sagt og skrivað, síðani Anders Behring Breivik fyri trimum árum síðani fyrst sprongdi eina bumbu í stjórnarøkinum i Oslo, sum drap átta fólk, og síðani koyrdi tíma langa túrin til Sandviken.

 

Haðani fór hann stutta túrin út á Utøya, har AUF á hvørjum ári í mong Harrans ár hevði hildið summarstevnu.

 

Komin út á Utøya skjeyt hann frá hond, og megnaði at drepa 69, mest ungdómar á oynni.

 

Inni á landi stóð politiið og trippaði og fekk ikki tikið seg saman at koma sær út á oynna, og hóast Breivik ringdi og gav seg yvir, hendi einki. Við tí úrliti, at tíggjutals ungdómar aftrat mistu lívið.

 

Norsku bløðini eru full av tíðindum um tríáradagin, og klokkan 09.00 føroyska tíð verður ein minnis hátíðarløta í stjørnarøkinum í Oslo (kann síggjast beinleiðis á vg.no).