Trý deyð í russiskum álopi á Zaporizjzja

Í gjár skuldsetti Russland Ukraina fyri at hava lopið á kjarnorkuverkið Zaporizjzja við dronum. 

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja hevur verið undir russiskum ræði síðan á vári 2022.

Trý fólk hava latið lív og trý eru løstað í russiskum álopi í Zaporizjzja-regiónini har suður í Ukraina.

 

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Ivan Federov í morgun. Hann leggur aftrat, at hetta hendi í sonevnda Pologivskyj-økinum.

 

Guvernørurin veit at siga, at russar seinasta samdøgrið hava framt heili 357 álop á økir í Zaporizjzja-regiónini, har fólk búgva.

 

Sunnudagin skuldsetti Russland Ukraina fyri at hava lopið á kjarnorkuverkið í økinum við dronum. 

 

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja, sum verkið verður rópt, er størsta kjarnorkuverk í Evropa, og verkið hevur verið undir russiskum ræði síðan á vári 2022.

 

Russar siga, at álopið gjørdi skaða á ein bygning, sum rúmar einum av teimum seks reaktorunum, men trygdin á verkinum er ikki í vanda.

 

Leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin (IAEA), Rafael Grossi, sigur, at hetta er ein álvarslig hending, og stovnurin hevur eftirlitsfólk við verkið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.

 

 

 

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja hevur verið undir russiskum ræði síðan á vári 2022.