Trý ferðsluóhapp upp á ein tíma

Fýra fólk fóru á Landssjúkrahúsið, men tey høvdu ikki álvarsligar skaðar

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna ikki minni enn tríggjar ferðir upp á ein góðan tíma at boða frá ferðsluóhappi.

 

Tað fyrsta óhappið hendi á landsvegnum í Kambsdali beint áðrenn klokkan 16 í gjár, har harmonikasamanstoytur var og har tríggir bilar fingu skaða. Óhappið hendi, tá ið ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri – sum so aftur var reyk upp í reyvina á bilinum, sum var framman fyri hann. Løgreglan sigur, at eitt fólk var í hvørjum bili og tey vóru øll sloppin úr bilunum við egnari hjálp, áðrenn løgreglan kom á staðið. Men av trygdarávum fóru tey øll á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Eina løtu seinni stoyttu tveir bilar saman á Lambareiði. Har er tað so heppi, at sjúkraflutningstænastan heldur til á Lambareiði, so tey vóru skjót á staðið. Eitt fólk fekk smávegis snuddir í tí óhappinum.

 

Løgreglan sigur, at enn hava tey ikki avhoyrt fólk, so tey vita ikki, hví óhappini hendu. Men í báðum førum var ferðslan tarnað rættiliga illa í eina løtu.

 

Og eina lítla løtu seinni, klokkan gott 17, var eitt ferðslóhapp inni í garðinum rundan um SMS í Havn, har ein bilførari ikki helt sína treytaleysu víkiskyldu og rendi á ein annan bil. Tað var eingin fólkaskaði í tí óhappinum, men bilførarin, sum breyt víkiskylduna má upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.