Tað gjørdist Dráttur, sum varð sigursharri í gjárskvøldið, tá liðini spældu á Giljanesi. Kravið hjá Drátti var at vinna dystin, um tær framvegis skuldu hava vónir um at røkka FM-finalunum hin 24. og 26. mars.
Dráttur vann tey bæði fyrstu settini, hóast munurin ikki var stórur, men so kom Fleyr inn í dystin í triðja settið, sum tær vunnu 25-19.
Men aftur í fjórða setti var tað liðið hjá Drátti, sum lá omaná alt settið og alla tiðina hevði Fleyr aftanfyri seg við 2 til 4 stigum. Settið endaði 25-22.
Støðan í toppinum hjá kvinnunum er sera jøvn undan seinasta umfarinum. Dráttur hevur 42 stig eins og SÍ, meðan Fleyr hevur 40 stig.
Leygardagin møtast SÍ og Fleyr í Sørvági. Vinnur SÍ 2 sett í hesum dystinum, so hava tær tryggja sær finaluplássið, men um dysturin endar 3-0 ella 3-1, er tað Fleyr, sum er víðari.
Dráttur skal spæla ímóti TB á Giljanesi, og um tær tapa til dømis 3-0 og Fleyr vinnur 3-2 á SÍ, so verður tað Dráttur, sum endar á triðja plássi, og sosatt ikki kemur í finaluna.
Sostatt eitt sera spennandi vikuskifti fyri framman.