- Vit vænta, at trý línuskip koma inn at landa mánadagin. Hesi skipini hava mest av toski og svartkalvi.
Fiskamarknaður Føroya væntar eisini, at nøkur línuskip aftrat koma inn at landa seinni í vikuni. Hetta eru skip, sum royna undir Íslandi og á Íslandsrygginum.
Skipini, sum koma av av rygginum, hava mest av toski, svartkalva og so nakað av blálongu og lira.
Skipini undan Íslandi hava eina blanding av toski, brosmu og longu og møguliga nakað av hýsu og kongafiski.
Lagt verður aftat, at streymurin verður góður teir fyrstu dagarnar í vikuni, sum kemur, men hann harðnar, sum vikan líður.
- Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men versnar út á vikuna. Vit vænta tí nakað av útróðrarfiski, serliga fyrst í vikuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at útróðrarbátarnir, sum royna við línu, fáa mest av toski og hýsu.