Í dag hevur Fiskamarknaður Føroya gjørt sínar metingar fyri dagarnar eftir páskir.
- Vit vænta, at trý línuskip koma inn at landa týsdagin. Eitt kemur undan Íslandi og tvey undan Føroyum. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og so nakað av brosmu.
Lagt verður aftrat, at seinni í næstu viku koma væntandi tvey línuskip aftrat. Tey hava mest av toski og hýsu.
- So eru trý onnur línuskip undir Íslandi, eitt sum ísar og tvey sum frysta. Tann, sum ísar, landar ikki fyrr enn í aðru viku, men óvist er, nær tey, sum frysta, koma inn at landa.
Fiskamarknaður Føroya væntar, at fleiri skip línuskip fara út eftir páskir.
Um útlitini til útróður, veit marknaðurin at siga, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðurútlitini eru hampilig, og tí verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðrafiski, verður lagt aftrat.