Trý listafólk fáa løn fyri at arbeiða við list burtur av

Tað komu 15 umsóknir inn og tær vóru um list á høgum stigi, so tað var ringt at velja, sigur nevndin í Mentanargrunninum

Nevndin í Mentanargrunninum hevur nú gjørt av lata Onnu Katrin Ø. Egilstrøð, Sakarisi Fríða Stórá og Maritu Dalsgaard listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða við list burtur av. Tey arbeiða við ávíkavíst tónlist, filmslist og palllist.

 

Nevndin sigur, at verkætlanirnar hjá Onnu Katrin Ø. Egilstrøð eru fjølbroyttar. Hon nemur við alskyns evni, bæði náttúruna, tað menniskjaliga, tað ómenniskjaliga, dreymar, veruleika, rútmisk mynstur, maskulinitet, ein minimalistiskan heim, umhvørvið og veðurlagsbroytingar, nærumhvørvið, sálarligar avbjóðingar, sálarløstir, vakurleika, myrkur, ótta, nærveru, sorg og mannfrøði.

 

Faknevndin metir eisini, at umsøkjarin avgjørt hevur teir neyðugu fakligu førleikarnar at fremja hesar verkætlanir í verki, bæði tá ið hugsað verður um útbúgving og royndir og avrik higartil. Listaliga góðskan hevur higartil verið á sera høgum stigi og tað vænta tey eisini av hennara komandi verkum, sigur nevndin.

 

Í nevndini sótu Edith Dahl Jakobsen og Torleik Mortensen.

 

---

 

Nevndin sigur eisini, at Sakaris Fríði Stórá fer undir fleiri spennandi verkætlanir, har hann fortelur søgur um, hvussu støðan í Føroyum er í dag. Hetta eru tiltrongdar søgur, og har eru fáar aðrar listaligar røddir í Føroyum, ið hava hugin og evnini til at gera tær til veruleika. Hansara verk hava ein altjóða profil, og saman við fleiri útlendskum samstarvsfeløgum miðjar hann eftir at menna eitt føroyskt filmsmál, sum er serstakt í altjóða høpi.

 

Í nevndini sótu: Kristina Sørensen Ougaard og Andrias Høgenni.

 

---

 

Marita hevur gongd í fleiri verkætlanum um hugtakandi evni. So at siga allar verkætlanirnar hjá Maritu hava ein samfelagsligan týdning, og har eru fleiri spennandi prosjekt, sum kunnu elva til kjak, samskifti, og sum kunnu provokera.

 

Sumt snýr seg um at endurskoða grundvøllin í okkara fatan av, hvat Føroyar eru. Hetta eru afturlítandi søgur um, hvussu vit kunnu endurspegla okkum í okkara felags fortíð. Eisini verða onnur evnir viðgjørd, sum tað sjáldan verður varpað ljós á.”

 

Í nevndini sótu: Kristina Sørensen Ougaard og Andrias Høgenni.

 

---

 

Nevndin sigur, at tey fingu 15 umsóknir, og talan hevur verið um listaverk á høgum stigi, so tað hevur verið ringt at tikið dagar ímillum tær.

 

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum og gevur listafólkunum frið til at arbeiða við list burtur av í trý ár. Listafólkalønin um svarar til eina læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.