Í morgun veit Reuters at siga, at trý sivilfólk hava latið lív í tí partinum av Kherson í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.
Hendingin fór sambært russisku tíðindastovuni RIA, sum Reuters endurgevur, fram undir einum russiskum álopi í økinum.
Kherson er landslutur har suðuri í Ukraina, og Kherson er eisini ein stórur býur í regiónini.
Russiski herurin hevði tikið Kherson, men tað er nú langt síðan, at ukrainski herurin tók sjálvan býin aftur frá russum.
Í løtuni er ikki nógv, sum bendir á, at russar veruliga vilja, at tað verður friður aftur í Ukraina.
Eftir russiskan ágang í meira enn trý ár við áhaldandi álopum, ynskja fólk og familjur í Ukraina aftur ein vanligan gerandisdag.
##med2##