Trý smá línuskip landa í næstu viku

Seks frystilínuskip eru ytri leið undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

Trý smá ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fiska hýsu, tosk og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

- Seks frystilínuskip eru ytri leið undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

 

Streymurin verður harður, men veðrið batnar, sum næsta vika gongur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki so nógvan útróður í næstu viku.

 

- Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.