Trý stig til KÍ og NSÍ

NSÍ-B68 0-1

ÍF-KÍ 1-3

Tað er gott lag á fótbóltshugaðu klaksvíkingunum og norðoyingunum. Avbjóðingin í Fuglafirði varð roknað at vera stór og torfør, og tí kennist 3-1 sigurin á ÍF at vera søtur.

Málskjúttar í 3-1 sigrinum á útivølli vóru Atli Danielsen í 1. hálvleiki, og Páll A. Klettskarð og Sørmundur Kalsø í 2. hálvleiki. Serliga í seinna umfarinum vóru gestirnir leikliga omaná.

Fram ímóti dystarenda minkaði Karl Løkin við beinleiðis frísparki.

NSÍ vann grannauppgerðina á heimavølli ímóti B68 1-0 við brotssparksmálinum, sum Klæmint A. Olsen skoraði í 27. minutti.

Síðstu løtuna tveitti B68 alt fólkið fram. Størstu møguleikarnar tiltuskaði NSÍ sær, men Klæmint A. Olsen og innskifti Meinhard Olsen misnýttu.

ÍF-KÍ 1-3 (0-1)

Dómari: Petur Reinert

0-1: Atli Danielsen

0-2: Páll A. Klettskarð

0-3: Sørmundur Kalsø

1-3: Karl Løkin

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen – Nenad Saric, Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen, Ari Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares

Gult kort:

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Adama Guye Ndende, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein

Gult kort:

 NSÍ-B68 1-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen br 27.

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg – Jan Martin Mortenen, Klæmint A. Olsen

B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen – Kristian Anton Andreasen, Ovi Brim, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé, Andrias á Líknargøtu – Jonleif Højgaard

----

LIÐUGT

1-0

90) 1-0

NSÍ hevur tak á tí, og B68 megnar ikki at hótta málið hjá Andras Gango.

85) 1-0

NSÍ heldur tørn um tepru leiðsluna.

70) 1-0

Toftamenn eru grammir, og teir hava spælt seg til møguleika, men teir eru framvegis aftanfyri. NSÍ hevur vandamiklar spælarar, sum kunnu gera um seg í skjótum snarálopum.

60) 1-0

Sammett við undan steðginum, so eru toftamenn nú meiri álopssinnaðir. Í 1. hálvleiki vóru teir ógvuliga aftarlaga á vøllinum.

Hákun Edmundsson er komin inn á B68 miðvøllin í staðin fyri skadda Evrard Blé, sum ikki kom á vøllin eftir steðgin.

55) 1-0

Vindurin upp á tvørs órógvar nakað. Heimaliðið er leikliga omaná.

45) 1-0: Klæmint A Olsen br 27.

Eftir innlegg úr vinstru fá Árna Frederiksberg rakti bólturin í amin á Jóhan Dávur Højgaard. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Klæmint A. Olsen umsetti til mál.

NSÍ hevur verið greitt omaná í 1.hálvleiki, men stutt undan steðginum hevði B68 risa stóran møguleika. Jonleif Højgaard var innanfyri Andras Gango, men Per Langgaard bjargaði á strikuni.

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg – Jan Martin Mortenen, Klæmint A. Olsen

B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, ???, Bergur Gregersen – Kristian Anton Andreasen, Ovi Brim, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé, Andrias á Líknargøtu – Jonleif Højgaard

Orsaka av nettrupulleikum hava vit ikki fylgt við. Nú er i lagi aftur so vit royna aftur.

20) 0-0

NSÍ hevur verið framvið, men Jann Martin Mortensen var ov stuttur.

15) 0-0

Tað er nógvur vindur vð Løkin. Toftamenn hava vindin undan, og B68 hevur havt onkra roynd, eitt nú við frísparki. Tað er turt.

NSÍ-B68 kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

---

LIÐUGT

1-3

1-3: Karl Løkin 86.

Karl Løkin leggur frispark í KÍ brotsteigin, og bólturin fer beinleiðis í netið aftanfyri Meinhard Joensen.

Deyðbóltarnir og KÍ vóru ikki vinir síðsta kappingarár. Klaksvíkingar hava styrkt um verjupartin, men heilt tætt er tað ikki vorðið.

0-3: Sørmundur Kalsø 71.

Eftir horna er miðverjin fyrstur á og stýrir við krúllinum bólin í málið. Gott lag á klaksvíkingum kring vøllin, og á vøllinum eru teir bláu sera væl upplagdir.

55) 0-2: Páll A. Klettskarð

Tað gongur væl hjá KÍ. Toppskjúttin í fjør, Páll A. Klettskarð hevur økt um leiðsluna, og klaksvíkingar eru leikliga omaná. Fyri einum ári síðani var KÍ frammanfyri 3-0 tá lítil tími var farin. Tá endaði tað 3-3!

45) 0-1: Atli Danielsen 43.

Úr stuttari fjarstøðu hevur miðvallarin Atli Danielsen stutt undan steðginum lagt KÍ framum.

20) 0-0

ÍF hevur verið meiri ágangandi, og talan er um lutfalsliga gott spæl.

Lotið er frískt, men tað darvar ikki.

ÍF-KÍ kl. 15.00

Tað er nógvur vindur, men kortini verða báðar grannauppgerðirnar spældar í dag

KÍ er í Fuglafirði og vitjar ÍF, og B68 er farið inn um Rókina at hitta NSÍ við Løkin.