Trý stórveldi sum hótta heimsfriðin

Tað er av sonnum ein broyttur heimur, sum vit liva í. Best sum vit hildu, at alt stóð væl til, at herdubbing og kríggj hoyrdi farn­um tíðum til, so var tað eitt vituggi í Russ­­landi, sum púra ekkaleysur fór í kríggj – sum í goml­um døgum – fyri at stjala land.

Út at drepa fólk, ikki bara herfólk, men utt­an at blikn­ast at dreppa kvinnur og børn og gom­ul fólk. Tað tykist sum at vittuggið í Kreml ikki fær ein góðan náttarsvøvn, um hann ikki hevur dripið nøkur børn í U­krai­na fyri at ræða fólkið til at geva sær landið.

 

Og trygdin hjá Evropa var sum al­tíð USA. Hildu vit. Har var ein forseti, tá krígg­ið byrj­aði, sum ikki ivað­ist, hvar hans­­ara stuðul og samkensla lá. Tað var hjá U­kra­ina og ukra­inska fólkinum. Men fólk­ið í USA valdi annan forseta, og hann hev­ur als ikki somu tilgongd, sum und­an­menn hans­ara høvdu. Undir ein­um kunnu vit – í sam­met­ing til sitandi forseta siga, at allir vóru skila­menn. Teir, sum vit mettu sum keð­i­lig­ar – blikna allir sum sunnu­dags­skúl­a­lær­arar í mun sitandi forsetan.

 

Í staðin fyri at stuðla Ukraina og u­­kra­inska fólk­i­num, tykist hann í heil­um hava størri áhuga fyri fíggindanum. Og so hevur hann eis­ini fingið íblástur frá russ­iska ein­a­­ræðis­harr­anum – til at stjala land úr okk­ara ríki, enn­tá við her­megi. Hvør skuldi sagt, at vit í Ev­ropa fóru at síggja USA sum ein stór­­an vanda fyri trygdina hjá okkum? Hetta stóra ríki, sum al­tíð hevur virkað sum heims­ins løg­regla og álit.

 

Enn hevur Trump ikki sitið fyrsta ár­ið í ses­s­i­num, og longu gjørt so stóran skaða – tey skuldu kanska havt strangari frá­far­ing­ar­ldur fyri almenn álitisstørv í USA, enn vit hava havt her heima hjá okkum.

 

Vit kunnu sjálvandi einki gera við tað, sum am­er­ik­anska fólkið hevur valt. Heldur ikki tað, sum russ­isku leiðararnir siga, at russ­iska, at fólkið hevur valt – og heldur ikki tað, sum kin­es­iska fólk­ið ikki sleppur at velja. Vit kunnu bara fegnast um, at vit enn liva í einum landi, har vit kunnu tveita pol­it­ik­arar á dyr, tá vit troyttast av teim­um. Tí­bet­ur hava vit ikki slík vituggi í lands­ins leiðslu, sum tey trý hern­að­ar­ligu stór­veld­ini hava.

 

Harmuligt er tað tó, at tey trý nú semj­ast um at reka heimin upp á sín máta, við teirri makt, sum tey hava hern­að­ar­liga og tøkni­liga.

 

Vit kunnu bara vóna, at amerikanska fólk­ið vaknar. Tey sleppa so at velja, hóast alt. Verri er í Russ­landi og Kina – men tey hava áður reist seg móti kúgarum. Kanska tey gera tað aftur, heldur enn at teirra kúg­ar­ar sleppa at oyðileggja okkum heimin.