Trý stungin til deyða og ein særdur í Noreg

Løgreglufólk funnu tríggjar deyðar persónar og ein særdan í privatum heima í Indre Salten í norðara Noreg.

 

Tríggir persónar eru deyð og ein er særdur av knívstungu tíðliga í morgun í Nordland í norðara parti av Noreg, skrivar norska tíðindastovan NTB.

– Løgreglan fekk boðini klokkan 4:52 um knívstungu á eini privatari adressu í Indre Salten. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, har staðfestast kundi, at tríggir persónar vóru deyðir, og ein persónur særdur. Tann, ið hildin verður hava stungið, er millum tey deyðu, sigur leiðandi løgreglumaðurin í Nordland politidistrikt, Bent Are Eilertsen, í tíðindaskrivi.

Løgreglan upplýsir, at tað ikki er orsøk at halda, at aðrir persónar hava verið uppi í málinum.

Løgreglan hevur boðað til tíðindafund um málið.

/ritzau/NTB