Trý tey fremstu eru á útivølli

Skála er á veg til Klaksvíkar, 07Vestur til Runavíkar og B68 til Miðvágs

10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni ídag. Felags fyri trý tey fremstu liðini er, at tey í dag skulu spæla  útivølli.

07Vestur, sum er ovast á talvuni, er á veg til Runavíkar. Unga NSÍ liðið hevur tapt tríggjar av fýra heimadystum. Tapini hava verið ímóti B68, B71 og Skála, sum eru liðini, ið kappast við 07 Vestur um ovastu plássini.

Einasta ferðin, sum NSÍ higartil hevur vunnið á heimavølli, var ímóti KÍ, tá úrslitið var 2-0. Klaksvíkingar hava higartil staðið seg væl á heimavølli. Teir hava vunnið fulla úrtøku burtur úr øllum fýra heimadystunum. Í dag verður torfør avbjóðing á skránni, tí tá verður Skála mótstøðuliðið. Úrtøkan hjá Skála á útivølli hevur higartil verið tveir sigrar, ein javnleikur og eitt tap.

 

MB fær vitjan av toftamonnum, sum mugu roknast at vera stórfavorittar.

B71 fær vitjan av AB. Sandoyingar hava higartil staðið seg væl á heimavølli – 10 stig í fýra dystum – og argjamenn hava ikki staðið seg so væl á útivølli – trý stig í fýra dystum.

Í Leirvík verður dagsskráin at sleppa undan plássinum undir strikuni, tá ið Víkingur fær vitjan av B36.

Í fjórða umfari vóru úrslitini hesi: 07 Vestur-NSÍ 1-0, AB-B71 0-0, Skála-KÍ 4-2, B68-MB 2-0 og Víkingur-B36 1-1.

 

Í dag

B71-AB: Bent Tommy Linklett kl. 14.00

MB-B68: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

NSÍ-07Vestur: Hallur Christiansen kl. 13.00

Víkingur-B36: Bjarki Danielsen kl. 15.00

KÍ-Skála: Vinjard Dam kl. 16.30

 

Støðan

07Vestur 24

Skála 22

B68 19

B71 16

AB 14

NSÍ 12

KÍ 12

B36 7

Víkingur 5

MB 0

07 Vestur og NSÍ hava spælt 10 dystir, og hini liðini hava spælt 9 dystir.