Nýggir kundar og fáir skaðar tryggja Trygd eitt nógv betri úrslit í 2017 enn í 2016. Yvirskotið fyri skatt gjørdist 14,6 milliónir krónur samanborið við 0,3 milliónir krónur í 2016.
- Vit eru sera væl nøgd við gongdina og úrslitið í 2017, ið serliga hevur verið merkt av hægri inntøkum og fáum skaðum. Hóast harða kapping hava vit megnað at økt okkara virksemi, bæði á vinnuliga og privata økinum, sigur Janus Thomsen, sum eisini fer frá sum stjóri.
Les eisini Stjóraskifti í Trygd
Í 2017 hækkaðu inntøkurnar frá tryggingargjøldum við 10,3 mió. kr. upp í til samans 107,5 mió. kr. Góða búskaparliga gongdin í føroyska samfelagnum sum heild sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Trygd. Ognirnar vaksa, fleiri nýggir bilar verða keyptir, og sostatt verður eisini meira at tryggja.
Í 2016 gjørdu herviligu jólaódnirnar stóran skaða, og í tí sambandi fóru 30 mió. kr. út aftur til kundar í Trygd. Í 2017 hevur veðrið verið betri, og skaðarnir hava bæði verið færri í tali og minni í vavi. Útreiðslurnar í sambandi við skaðar lækkaðu úr 63,8 mió. kr. í 2016 niður í 56,6 mió. kr. í 2017.
Leiðslan væntar, at umsetningurin verður øktur nakað í 2018, og at harða kappingin fer at halda fram. Felagið væntar, at ársúrslitið verður 8-10 mió. kr. fyri 2018.